Klinik Ravndal pop-up í Klaksvík
Hilda Olsen er sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir fyri donsku fyritøkuna Derma Cosmetic og í Føroyum er hon sjálvstøðug við Klinik Ravndal. Í løtuni hevur hon eina pop-up-viðgerðarstovu í Klaksvík, har hon bjóðar botox, fillers og aðrar viðgerðir, sum gera, at húðin kann varðveita sína frísku útsjónd ella bara ikki síggja ”troytt” út. Marknaður er fyri tí, og Hilda greiðir frá, at føroyingar duga ótrúliga væl at vera natúrligir og ikki at yvirdríva. Teimum dámar ikki ekstremarnar, men vilja fegnir síggja natúrligir út. Tað passar sum fótur í hosu til konseptið hjá Derma Cosmetic.
Hilda er umleið 3. hvønn mánað í Klaksvík, og tað er sambært henni sjálvari tað rætta tíðarbilið at hava millum viðgerðirnar. At hava fleiri viðgerðir við stuttari tíð ímillum er ikki at viðmæla; ein skal helst fáa gjørt eitt sindur og so taka tað spakuliga. Eitt nú skal botoxviðgerð ikki veitast títtari enn triðja hvønn mánað. Til aðrar viðgerðir útarbeiða tey eina ætlan, sum verður tillagað viðskiftafólkunum. Í Danmark arbeiðir hon tó á Derma Cosmetic í fulla tíð, tí har er kundagrundarlagið tað størri. Har kann ein væl uppliva at fáa umbønir um ekstremar viðgerðir, og Hilda sigur, at hon fleiri ferðir má siga teimum nei har.
– ”Eg eri ikki tann typiski danski viðgerin”, sigur Hilda, og heldur fram: – ”Eg eri kosmetisk sjúkrasystur og gangi høgt uppí, at tingini eru proportionell. Har er vakurleiki at finna í tí normala, og tað tiltalar meg. Eg haldi ikki, at ov ung fólk hava nakra viðgerð fyri neyðini. Míni flestu viðskiftafólk eru kvinnur, men nakrir menn eru tó eisini millum teir”. Um sjálvar viðgerðirnar sigur Hilda:
– ”Botox gongur út uppá at viðgera tær andlitslinjurnar, sum vísa seg, tá ið ein eitt nú er bilsin ella argur og lyftir eygnabrýrnar, til dømis. Men tað ger eisini nakað við sveittakertlarnar. Ein botox-viðgerð kann tí bæði fáa húðina at síggja javnari út og fáa persónin at sveitta minni í støðum. Filler-viðgerðin vendir sær til teirra, sum eru fødd við, at andlitið ikki er heilt proportionalt ella symmetriskt. So kann fylla, harav navnið fillers, sprænast inn í andlitið at fylla út við. Sum dømi kann tað vera, at viðkomandi viðskiftafólk ikki hevur nakra sjónliga høku; so kann útfyllast har fyri at fáa tað at síggja rættari og natúrligari út”, sigur Hilda.
– ”So hava vit peel’ingar, sum hava við húðkvalitetin at gera. Tað nyttar ikki bert at viðgera húðina við fillers ella botox. Peeling merkir, at ein sleppur av við tær deyðu húðkyknurnar, og so vaksa nýggjar fram. Talan er um ein kontrolleraðan skaða á húðina, soleiðis at skilja, at húðin heldur, at hon hevur fingið skaða, og so verða nýggjar kyknur aktiveraðar, sum hava til uppgávu at byggja húðina upp aftur”, leggur Hilda afturat.
Tilfarið, sum verður brúkt til botoxviðgerðir, er azzalure, sum í roynd og veru er ein gift. Ein gift, sum fer inn og sentralt ger ein muskul lamnan, men sum verður brúkt í so smáum mongdum, at hon ikki er vandamikil. Tað ger muskulin, sum man ikki ynskir skal vera so virkin, lamnan. Eisini verður sukurstoff brúkt, sum blandað við vatni ger, at filler heldur upp á vætuna, sum longu er í kroppinum. Til peeling verða brúkt kemisk evni, sum taka burtur húð. Tey etsa ikki, men ovasta lagið av húðini verður tikið omanav, og so verður nýggj húð gjørd. Øll evnini betra um húðgóðskuna.
Til kritiskar útsagnir sum ”plastikkandlit” sigur Hilda, at talan var um eitt mótafenomen, og at vit í roynd og veru eru á veg hin vegin aftur. Summi fólk vilja hava fillers upployst, og sum heild er gongdin burtur frá tí ekstrema og harvið eisini tí, at nærum alt andlitið er ekstremt og óektað. Fólk vilja varðveita nakað av mimikkinum, og sum heild er tað fatanin ”less is more”, sum nú ger seg galdandi.
– ”Tað var blivið ov nógv hjá summum, og tí kom hasin kritikkurin. Nú vendir tað rættari aftur”, sigur Hilda, og sigur somuleiðis, at tað ikki er bert andlitið, sum verður viðgjørt, men eisini hálsur, bringa og hendur.
Pop-up-handilin er hjá Madame á Biskupstorgi í Klaksvík, og har dámar Hildu væl at vera; sambært henni sjálvari er tað enn betri enn í Danmark. Viðskiftafólkini koma allastaðni úr Føroyum til klinikkina í Klaksvík, og áhugað kunnu hyggja inn á klinikravndal.dk ella á profilin Hilda Ravndal Olsen á Instagram.