Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á Fiskivinnutinginum í Varpinum søgdu Hans Ellefsen, ph.d. og lektari í búskaparfrøði, og Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og formaður í Búskaparráðnum at teir mæla frá at royna at forða fyritøkum í at vaksa seg stórar, bæði innan fyri aling og fiskivinnu | Mynd: Dávur Winther

Serfrøðin mælir frá at herða antitrust

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.08.2024 - 08:29 Politikkur Tíðindi Vinna

Sitandi Landsstýri arbeiðir við eini ætlan um at herða antitrust-reglurnar í føroysku fiskivinnuni. Men tað er ikki búskaparliga skilagott og fer avgjørt ikki at vera gott fyri føroyska búskapin, siga serfrøðingar í búskaparfrøði. Ikki bert verður tað til ógagns fyri fyritøkurnar í fiskivinnuni, sum ætlanin er at steðga vøkstrinum hjá, men eisini fyri samfelagsbúskapin. Ætlanin kann sostatt gerast eitt sjálvmál móti landskassanum.

 

 

Tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin, Uni Holm Johannesen, er helst tann, sum hevur verið mælskastur, tá tað kemur til at vilja herða antitrust-reglurnar innan føroyska fiskivinnu, áðrenn brúksskylda verður áløgd. Endamálið er heldur kámt, men ein grundgeving ljóðar at vera, at politiska skipanin vil fyribyrgja, at rættindini innanvert fiskivinnu savnast á ov fáum hondum. Men er tað nú so ringt, at har eru lutfalsliga fáir, men stórir og sterkir, aktørar í fiskivinnuni? Nei, siga búskaparfrøðingar.

Teir búskaparfrøðingarnir, sum hava úttalað seg um hetta, eru Jóannes Jacobsen, sáli, ph.d. í búskaparfrøði, Hans Ellefsen, ph.d. og lektari í búskaparfrøði, og Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og formaður í Búskaparráðnum. Allir mæla teir frá at royna at forða fyritøkum í at vaksa seg stórar, bæði innan fyri aling og fiskivinnu.

Ein orsøk til, at tað ikki er skilagott at herða reglurnar, er, at uppíblanding frá politiskari síðu altíð fer at viðføra minni produktivitet og minni íløguhug. Tá ein fyritøka ikki sleppur at vaksa seg størri, so kann hon heldur ikki at økja um produktivitetin, og harvið eru útlitini fyri øktum avkasti burtur, tá loftið verður rakt.  

Ein partapolitisk uppíblanding sum tann, sum sitandi samgonga ætlar, ger eisini vinnuna minni stabila og meira ótrygga, tí partapolitikkur er sum kunnugt bert galdandi fyri eitt valskeið í senn. Sostatt verða úrslitini í vinnuni tengd at, hvussu politisku vindarnir blása. Samgongan, sum nú situr, kann ynskja lægri antitrust-hámørk, men um ein onnur samgonga kemur til, so kann hon ynskja at hækka hámarkið aftur og útluta fiskirættindi hareftir.

Við øðrum orðum hava tær fyritøkur, sum beint nú fáa ágóðan av lægri antitrust-marki, bara tann ágóðan, so leingi sitandi samgonga situr. Og tað gongur sjálvsagt út yvir møguleikarnar hjá fyritøkunum at fáa fígging, um tær bert kunnu vænta rímiligt avkast fram til næsta stjórnarskifti og framtíðin eftir tað er óviss.

Eisini kann tað vera eitt landskassaligt sjálvmál at fara inn og avmarka fyritøkurnar við herdum antitrust-reglum, tí tað kann gera, at inntøkurnar hjá Landskassanum frá veiðigjøldum og skatti eisini minka, førdi Johnny í Grótinum fram á Fiskivinnutinginum í Klaksvík mikudagin 17. august.

Endamálið við antitrust eigur at vera at fyribyrgja monopoli og kartellvirksemi á einum marknaði, og bæði Jóannes Jacobsen, sáli, og Hans Ellefsen siga, at tað er meiningsleyst at herða antitrust í føroysku fiski- og alivinnuni, tí marknaðurin hjá fiskinum, sum reiðaríini fiska og alifyritøkurnar ala, er primert uttanlands. Føroysku fyritøkurnar eru í kapping við fiski- og alivinnuna í útlondum um at selja fisk, og so leingi kapping er á tí marknaðinum, er ongin orsøk til hert antitrust.

Sostatt vendir búskaparfrøðin tummilin niður til ætlanirnar um at herða antitrust í fiskivinnuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Planbúskapur ella marknaðarbúskapur?
Kvæðadagu­rin 2025
Motorsagin kann vinna næsta løgtingsval
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Punching Bag – Nýggjur og øðrvísi amerik…
Luitjen aftur NM-silvur
Komið øll við á Djúpumýru
Veðrið í vikuni
Aðalfundur Føroya Lærara­felags
Norðlýsið á gøtuni
Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur a…
Annika Biskopstø virkandi borgar­stjóri
Kvinnudagur í Varpinum 8. Mars!
Fiskaklettur hevði góð 19.000 pund
Christian í Grótinum sett met í Fuglafir…
Ein dagur hjá húsavørðunum
Tøkk - Karla Óluva Fríðborg Johannesen
Team Klaksvík fekk fyrsta stigið hetta k…
Kvinnur­nar endurvunnu stórsteypið
Norðoya Bjargingar­felag hevur aðalfund