Dagførd reglugerð fyri grundstykkjalistan
Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi 14. okt. 2024 at dagføra Reglugerð fyri grundstykkjalistan og at hækka um depositumgjaldið fyri at vera á grundstykkjalistanum
Døgføringin hevur millum annað við sær, at treytir í reglugerðini eru greiðari samanborið við orðingar, ið nýttar vórðu frammanundan, t.d. er orðið fastogn komið inn.
Heimildin at loyva frávík frá reglunum liggur ikki longur hjá Umhvørvis- og býarskipanarnevndini men hjá Klaksvíkar býráð.
Umhvørvis- og býarskipanarnevndin fær á hvørjum nevndarfundi kunning um, hvussu mong standa á grundstykkjalistanum.
Gjaldið verður hækkað úr kr. 2.500 til kr. 5.000 við afturvirkandi gildi.
Tey, ið standa á grundstykkjalistanum í dag, fara í næstum at fáa bræv og/ella teldupost við áheitan um at gjalda kr. 2.500. fyri at varðveita sítt pláss á grundstykkjalistanum.
Tey, ið standa á grundstykkjalistanum, eru vælkomin at flyta kr. 2.500, ið resta í sambært nýggju reglugerðini.
Í samband við flyting viðmerkið navn ella máls.nr.
Írestandi depositumgjald er kr. 2.500,-
Norðoya Sparikassi: 9865 – 200.045.2
Bank Nordik: 6460 – 220.550.7
Betri Banki: 9181 – 148.467.4