Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vilhelm M. Olsen, varaleiðari, Súni í Hjøllum, formaður í Tílbúgvingarnevndini og Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari

SKS skipaði fyri árliga tilbúgvingardegnum leygardagin 11. mai

SKRIVAÐ: nes.fo  |  14.05.2024 - 08:09 Tíðindi

Í ár var tað Skálafjarðar Sløkkilið, sum fyriskipaði árliga tilbúgvingardagin fyri sløkkiliðsfólkum úr øllum landinum.

 

 

Endamálið við degnum er, at sløkkiliðsfólk saman kunnu nema sær vitan, býta royndir og annars at styrkja samleikan millum vinir og starvsfelagar.

Leygarmorgunin møttu áleið 100 sløkkiliðsfólk úr øllum landinum til morgunmat í Løkshøll, har Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgvingarnevndini fyri Skálafjarðar Sløkkilið, bjóðaði vælkomin og greiddi stutt frá søguni hjá SKS.

Síðan vitjaðu sløkkiliðsfólkini á Bakkafrost, har tey fingu kunning og sóu virkið við tilbúgvingareygum.

Síðan varð farið aftur í Løkshøll, har løgreglan vitjaði og kunnaði um nýggjar møguleikar við fráboðan til 112.

Seinni varð so aðalfundurin eisini avgreiddur, áðrenn farið var út til Toftavatn, har fyrireikararnir høvdu fyriskipað eina stuttliga kapping, har høvðusdenturin var lagdur á samarbeiði. Hesa kapping vann liðið hjá SKS.

Seinni um kvøldið varð boðið til hugnaliga samkomu í Skótahúsinum, har eisini makar hjá sløkkiliðsfólkunum høvdu møguleika at vera við.

Aftan fyri Skálafjarðar Sløkkilið standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna. Í heyst hevur felagsskapurin 50 ár á baki, og sigast má, at hetta kommunuala samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – og nú í mong ár við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varleiðara.

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er áleið 7.200, og fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og og norður til Funnings. Í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.

 

Í Tilbúgvingarnevndina sita nú:

  • Hans L. Djurhuus, sum umboð fyri fútan
  • Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari
  • Pauli Poulsen,
  • Terje Vestergaard og
  • Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu
  • Artur Johansen fyri Sjóvar kommunu og
  • Súni í Hjøllum, fyri Nes kommunu.

Í 2025 verður tað eftir ætlan Tórshavnar Sløkkilið, sum fer at skipa fyri árliga tilbúgvingardegnum

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Kringvarps­stjó­rin loystur úr starvi
Høvuðsarbeiðstøka at umvæla starvs­fólkab…
Bodø/­Glimt-áskoðarar í øðini um fagnaðar…
Venjarin til Betri kvinnur og 1. deild m…
Skonnartin Polo KG 141
Kristian tosar við Svein Rógva um hondbó…
Tvær ungar kvinnur og ein barna­heimur
"Teir sjey lestrar­nir" - Gudstænasta í C…
Harrapoddu­rin: Nýggjur partur úti
Næmingar spældu fyri fullum húsi
Gullbrúdleyp - Anna og Ásmund
Jólatræið á Norðoyri
Jólatræið í Ánunum
Stóra jóla­blaðið í gerð
Familju­pakkin  - ein tvingandi neyðug lo…
Jólatræið í Ánunum og á Norðoyri
Jólalig stuðuls­konsert í Varpinum
Klaksvíkar Talvfelag tvey umboð til NM
Nes kommuna fær kommunu­stjóra frá 1. jan…