Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skommin hjá Framsókn

SKRIVAÐ: Eyðun Mohr Viderø  |  21.05.2024 - 13:43 Lesarabrøv Politikkur

Í hesum døgum hendir mangt og hvat í Løgtinginum. Sum fyrrverandi har, so eru kortini lutvís fá mál, ið veruliga hugtaka, so áhugin at fylgja við minkar.

 

 

Men so kom málið um broytingar í lóg um fosturtøku, og her vaknði forvitnið, tí hjá mær er
hetta so týðandi, at eg havi mestsum hoyrt alla tingviðgerðina.


Eg havi ilt við at skilja, at størsti áhugin fyri at økja um møguleikan at beina fyri fostrum er hjá kvinnum í politikki. Serliga varnist eg, at ført verður fram, at her er talan um, at ”kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi”!!


Men ger hon ikki tað? Ræður hon ikki fyri, hvussu langt hon ynskir at fara, tí eitt komandi fostur er treytað av viðurskiftunum millum mann og kvinnu?


Sjálvur varnist eg altíð smá børn á vegnum og ynski teimum vælkomnum. Og verði altíð rørdur, tá eg síggi nýføðing verða lagdan til mammuna!


Undir orðaskiftinum kom fram, at løgtingslimir í slíkum ”etiskum” málum atkvøða eftir egnari sannføring, og eru ikki bundin at ávísum flokki!


Men hvat hendir síðan, eftir at málið er fallið í Løgtinginum?


Jú, vit síggja mynd at stovnaranum av Framsókn og forkvinnu floksins alment greiða frá, at tað er ”SKOMM”, at løgtingslimir teirra Hanna Jensen og Sólvit Nolsøe fylgja síni sannføring og atkvøða ímóti.  So hjá Poul Michelsen og Ruth Vang er tað skomm at fylgja síni etisku sannføring!


Á øðrum stað úttalaði Jóannes Eidesgaard, at um hann kom í somu støðu sum landsstýrismaðurin hjá Framsókn, at hansara egnu løgtingsfólk feldu uppskot hansara, so segði hann seg frá, og bað tey finna annan at seta í sessin!


Sjálvur haldi eg, at tað eru heldur Hanna og Sólvit, ið skuldu funnið sær annan flokk, ið virðir teirra  ynski at fylgja egnari sannføring!!

 


Eyðun Mohr Viderø


20.mei 2024

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…