Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrið forðar fyri innovatión innan el-orkuútbygging

SKRIVAÐ: Bárður á Steig Nielsen, Formaður í Sambandsflokkinum  |  22.05.2024 - 15:41 Politikkur Tíðindaskriv

Uppskotið um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) - (Framleiðsla og søla av el og fjarhita), kemur til 3. viðgerð í Løgtinginum í morgin.

 

 

Við teimum broytingum, sum samgongan og landsstýrið leggja upp til og sambært tí útmelding, sum landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm er komin við, um at seta av 5 øki í landinum til vindmyllulundir, so eru nakrar forðingar lagdar fyri innovatión og harvið møguleikunum at náa málinum um grøna orkuskiftið í 2030.

Politisku ætlanirnar byggja nú á at seta av nøkur heilt ávís øki í landinum til útbyggingar og ikki sum áður, at brúkt varð m.a. ein sokallað ”Open-door” útbjóðingarskipan. Henda skipan gevur privatum aktørum á markaðinum møguleika fyri at taka stig til at stovna ella gera íløgur í grønar orkuloysnir. Higartil hevur henda skipan virka væl og við kapping tryggja nýhugsan og nýskapan innan el-orkuútbygging.

Við hesum broytingum hjá samgonguni og landsstýrinum verður avleiðingin m.a., at prosjektir, sum er nýskapandi og burðardygg í allar mátar, verða steðgað, eitt nú el-framleiðsla til útflutnings, Power-to-X, umframt tílík prosjektir sum Eysturlund.

Brúkarin skal eisini við hesum útspælinum á el-orkuútbyggingarøkinum rokna við at skula gjalda ein hægri el-prís í framtíðini.

Tað er onki at ivast í, at tær broytingar, sum nú verða gjørdar, eru eitt afturstig, bæði fyri samfelagið og vinnuna - og har brúkarin í síðsta enda verður taparin.

 

Bárður á Steig Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028