Lýsing
Lýsing
Lýsing

Juvel farin á trúboðaraferð til Grønlands

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  22.05.2024 - 17:37 Mentan Myndarøð Tíðindi

Um trítíðina í dag, loysti trúboðaraskipið Juvel frá kei í Klaksvík. Kósin varð sett vestur um hav til Grønlands har skipið og manningin fara á eina trúboðaraferð til býir og bygdir í Grønlandi.

Karstin Hansen sigur í hesum sambandi, at 9 fólk eru við skipinum vestureftir. Vit plaga at rokna umleið 7 dagar til túrin av Klaksvík og til Nuuk. Sjálvur fari eg eisini til Grønlands og rokni við at vera í Nuuk tá Juvel kemur har. Kvartettin í Betesta og tónleikararnir, Jógvan Mortensen og Erland Frederiksberg koma eisini til Grønlands og lenda eftir ætlan har, dagin eftir at Juvel, eftir ætlan, er komin til Nuuk.

Her blíva so nøkur møtir hildin saman við samkomuni í Nuuk. Tá tað er liðugt, verður fari víðari úr Nuuk og til allar bygdirnar á leiðini norður til Sisimiut, har møtir eisini verða hildin.

Í Sisimiut verður eitt ávíst útskifti av manning, har nøkur fara heim og onnur koma yvir til Grønlands. Síðani verður hildið áfram norður til Thule. Siglt verður síðani aftur til Nuuk og nýggja manningin vitjar bygdirnar í Suðurgrønlandi og fer eisini a vitjan í seks ella sjey plássum í Eysturgrønlandi. Norðasta plássið er Skorsbysund, men tað er ikki so lætt at klára tað eisini, tí tá er so langt útligið, at veðrið ikki altíð er til vildar. Tá vitjanin hjá Juvel er komin har norður eru umleið fýra mánaðar gingnir síðani skipið fór av Klaksvík, tá verður siglt aftur til Føroya.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Greiður sigur til Stjørnuna
Team Klaksvík móti StÍF
Finn skapar serstakar og hugnaligar siðv…
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…