Lýsing
Lýsing
Lýsing

Torratingið avlýst!

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  18.02.2026 - 13:20 Mentan Myndarøð Tíðindi

KvF hevur valt at raðfesta annarleiðis, og hevur tí avlýst Fiskivinnukjalið í Varpinum í kvøld kl. 19!

Torratingið við kjakið um fiskivinnuna hevur verið á skrá at kalla frá byrjan av -  fyri skjótt 20 árum síðan. Afturat tí hava fleiri álmanakkar havt Torravikuna eyðmerkta í kallendaranum.

KvF fekk eina heilsan fyri jól, at nú stundar halgan til og harvið eisini Torradagarnir. Striltið gekk at fáa eina klára afturmelding við yvirskrift og tema fyri kjakið.

Tó fingu vit at vita, dagin fyri evsta mark fyri blaðnum, sum tað skuldi til prentingar, at KvF var við til Torrakjakið.

Men onga yvirskrift, tema ella vinkling. Hetta undraði - tí gjørdi undirritaði so eina í síðstu løtu. ½ tíma eftir, at Torrablaðið varð farið til Danmarkar til prentingar, ringdi stjórin á KvF, Magnus Dam og boðaði frá, at tey høvdu raðfest annarleiðis og ikki fingu manning til Torratingið.

Hóast vit royndu fleiri aðrar møguleikar - eisini við royndum fólki, sum hava verið við fyrr, so bar ikki á mál. Eisini tí, at tey vóru bundin av øðrum uppgávum, samstundis sum skotbráið var ov stutt.

So tí er tað harmiliga at boða frá, at Torratingið í Varpinum í kvøld kl. 19 er AVLÝST!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hja Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…
Valevnir og fótbóltsformenn vitja Norðlý…
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?
Nei til muslimskan depil í Føroyum
Vármarknaður á Fossánesi
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Beinrakin Búskapur