Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á skránni fyri tingfundin í morgin stendur hvørki 2. viðgerð av Suðuroyartunlinum ella pensjónsaldurshækkingini. | Mynd: Løgtingið

Er kuril á tráðnum í samgonguni?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2026 - 15:39 Politikkur Tíðindi

Hóast ført hevur verið fram, at bæði málini um hægri pensjónsaldur og Suðuroyartunnil koma fyri til 2. viðgerð á Løgtingi ”seinni í hesi vikuni”, so sær út til, at tað ikki verður so. Hvørki málið stendur á skránni fyri hósdagin 19. februar, og ongin tingfundur er sambært skránni fríggjadagin.

Eftir hvat Norðlýsið skilir, koma málini fyri í komandi viku, men tað sama varð sagt um, at tey komu fyri í hesi vikuni. Løgmaður hevur gjørt greitt, at stórur vandi er fyri, at samgongan slitnar, um bæði málini ikki verða samtykt, og tískil er eitt ávíst trýst á samgongutingfólkum. Hetta kann vera orsøkin til, at málini draga út.

Málini skuldu bæði hava 2. viðgerð í hesi vikuni. Dagurin í dag, 18. februar, var enda-dagfestingin fyri longdu freistini, sum Fíggjarnevndin fekk at skriva álit í. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hja Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…
Valevnir og fótbóltsformenn vitja Norðlý…
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?
Nei til muslimskan depil í Føroyum
Vármarknaður á Fossánesi
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Beinrakin Búskapur