Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Markus í Norðnástovu

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.05.2024 - 21:28 Tíðindi Veðrið

Hetta er vikan áðrenn norðoyastevnu. Altíð spennandi at hyggja eftir veðrinum, hvussu tað fer at verða.

Eitt lágtrýst fer at liggja yvir bretsku oyggjunum fyrra partin av vikuni. Tað fer at senda lýggja luft ímóti Føroyum eystaneftir og av landsynningi. Vestanfyri er hetta ikki so gali, men eystanfyri kunnu vit rokna við mjørka.

Hósdagin og fríggjadagin er lágtrýstið farið eystureftir, og so fara vit at hava eitt luftrák av útnyrðingi ella vestri. Tað er betri ætt eystanfyri enn tað er vestanfyri.

Niðanfyri er forsøgn fyri veðrið til og við fríggjadagin. 5 dagar eru langt at fara fram í tíðina at spáa um veðrið. Tað skal lítið til, at forsøgnin ikki heldur. Váða vit okkum allíkavæl fram til leygardagin eisini, so fer hann at liggja av útsynningi, 3 til 8 m/s. Tað skuldi verið gott veður til bæði kappróður og soleiðis yvirhøvur at halda norðoyastevnu.

Vit fáa at síggja....

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Hann fer at liggja av eystri ella beint oman fyri eystan. Ikki nógvur vindur, 3 til 8 m/s, sum fyrrapartin minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Skýloftið verður eitt sindur av hvørjum, tí tað verður nakað skiftandi, og við ættini í huga er møguleiki fyri mjørka í støðum eystantil. Tað verður turt fyri tað mesta, tó kanska okkurt ælið í støðum. Hitin fer at liggja millum 8 og 10 stig.

Týsdagin:

Týsnáttina gongur hann niður í landsynning ella sunnan, framvegis lítil vindur, minni enn 5 m/s, aftur skiftandi skýloft og okkurt ælið. Eitt lítið sindur lýggjari enn dagin fyri, millum 11 og 8 stig.

Mikudagin:

Mikudagin fer at vera eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Út á dagin útnyrðingur ella norðan. Smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin fer at liggja millum 8 og 13 stig.

Hósdagin:

Ættin fer at liggja millum útnyrðing og vestan, um 5 m/s ella so. Um kvøldið og náttina útsynningur. Smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Tó okkurt ælið um kvøldið. Hitin millum 8 og 13 stig.

Fríggjadagin:

Um vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin