Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg minnist Olivur við Neyst

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  29.05.2024 - 17:29 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Hósdagin fari eg at fylgja Olivur við Neyst til gravar í heimbygdini Klaksvík hjá okkum báðum. Vit vóru avbera góðir vinmenn lestrarárini í Keypmannahavn seinast í 1970 unum og fyrst í 80 unum. Vit hittust javnan, og eg minnist, at vit onkuntíð hildu jólaaftan saman,- bara vit báðir tveireinir.

 

 

Heimafturkomnir til Føroya slitnaði sambandið okkara millum, men tað var ikki tí at vit á nakran hátt vóru komnir til illnar, men vit livdu bara hvør sítt lív.

Olivur var listarmaður, og hann virkaði glaður og fyrikomandi, men eg hevði varhugan av, at hann hevði eitt kensluborið sinnalag, sum gjørdi, at hann ikki dugdi so væl at takla mótburð í lívinum. Hetta var helst medvirkandi til, at hann seinastu nógvu árini ikki brúkti sína avbera góðu “talent” innan málningalist, men heldur valdi at lata eyguni aftur og sleppa sær undan brotasjógvunum, sum lívið ofta hevur at bjóða.

Hvønn dag síðan sambandið slitnaði okkara millum, havi eg verði mintur á Olivur, tí hann gav mær ein málning í 1978, tá hann gekk á listaskúla í Keypmannahavn. Málningurin, sum hongur aftanfyri meg í sofuni á myndini frá 2006, hevur fylgt mær trúfast seinastu 46 árini ella so.

Á Ólavssøkuframsýningini í 1978 hevði Olivur tveir málningar við á sýningini. Hann seldi annan men ikki hendan. Tá spurdi eg hann, um eg kundi fáa málningin, tí pengar vóru ongir at keypa málningalist fyri í lestrartíðini. Tað var leyst og liðugt alt í einum, og eg hevði málningin við mær í flogfarinum, tá eg fór aftur til Danmarkar at lesa. Síðan hevur málningurin fylgt mær, har eg havi búð.

Eg minnist Olivur við takksemi fyri nógvar góðar løtur og upplivingar í lestrartíðini hjá okkum báðum í Keypmannahavn.

Jákup Andreasen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu