Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jesus úr Nasaret kongur Jødanna

SKRIVAÐ: Jóhannes M. Olsen     |  30.05.2024 - 04:07 Lesarabrøv Tíðindi

Pilatus hevði eisini skriva yvirskrift og sett hana á krossin; har var skriva: ”Jesus úr Nasaret, kongur Jødanna.” Hesa yvirskrift lósu nú nógvir av Jødunum, tí staði , har Jesus var krossfestur, var nær við býin, og hon var skriva á Hebraiskum, latin og griskum.

 

 

Tá søgdu høvisprestar jødanna við Pilatus:” Skriva ikki: kongur Jødanna”, men:” Hann segði: Eg eri kongur Jødana”!”

Pilatus svaraði ”Tað sum eg skrivaði, skrivaði eg!” Sannuliga skrivaði hann við lít, á trimum málum, eins og profetiskt, Hvítisunnudagur minnir ikki sørt á málsundri og navnaskilt Jesusar, eins og hann visti um hetta megnar navn, í ikki hevði sín líka undir Himli og heldur ikki í Ævinleikanum. Evangelið skuldi runt heimin, øll eru innihildin í at fáa lut í tí, ongin undantikin. Sjálvt Pilatus, um tað eydnaðist honum, at koma til trúgv, sum ímillum tey seinastu í fekk álvarsomu samrøðuna við Jesus um sannleikan.  

Um svar Pilatusar kann hugsast, at vera eitt takk fyri tær tríggjar ferðir hann hevði sagt seg ikki finna nakra søk hjá Jesusi og hvat teir hildu hann so átti at gera við hann, tykist sum Pilatus vildi sleppa undan nakað meira við Harran Jesus at gera, tað er okkum ókunnugt. Men pøpulin pressaði hann, og vildi hava røvarin Barabass í staðin fyri.

Málsliga undrið Hvítisunnudag, har flest øll stóðu við undran, at hoyra talað bleiv á móðurmáli teirra, tí tey komu úr mongum støðum og londum,Bíblian sigur øll vóru fylt av heilaga andanum, og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum andin gav teimum at siga, tað stendur tað búðu í Jerusalem fólk av øllum fólkasløgum undir Himli og tey søgdu við hvønn annan, hvussu ber tað til vit hoyra tala verður á okkara  egna máli, sum vit eru fødd í, vit Partar, Medar og Elamitar, vit, sum búgva í Mesopotamia, Judea,Kapadokia, Pontus og Asia í Frígia,Pamfýlia, Egyptalandi og landspørtum Libya við Kýrena , og vit úr Róm,   sum her búgva, bæði Jødar og trúskiftingar, Kretar og Arabarar – vit hoyra teir tala um stórverk Guds á tungumálum okkara!” Tey vóru øll ovfarin, sigur Bíblian, og vistu ikki hvat tey skuldu hugsa, og søgdu hvør við annað:” Hvat kann hetta vera?” Onnur søgdu spottandi:” Teir eru fullir av søtum víni!” Um hetta lat Pætur hoyra frá og segði:” Nei, hetta er tað, sum sagt er við Jóel profeti m.a.um hvussu verður á síðstu døgum.

Áhugavert Pilatus skuldi seta navnabrett  yvir høvur kong kongama Jesus Kristus,sum vit 2000 ár seinri kunnu lesa. Á trimum málum eins og gleðiboðskapurin er og ferð týddur í dialekt runt heimin í talu og skrift. Líkt er til at menniskjur, kvinnur og menn nýta eitt ella annað navna ella frámerkir á likaminum, at vit andaliga talað eiga at hava  JESU navni rita á hjartans talvu okkara er ein sjálvfylgja.

 

Jóhannes M. Olsen  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen
Strandferðslan setir nú bíleggingar­skipa…
Fólka­flokku­rin hevur opið hús ólavsøkuaf…
Hans Pauli Olsen, Marius Olsen og Hjørdi…
Nógvir fjepparar í Malmø
Úr vøggu í grøv
Sangfagnaðarløta í Ebenezer
Minningarorð um Eivind Weyhe
Hann hevur lagt seinasta countrylagið á