Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyastevnuskrúðgonga og røða

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  02.06.2024 - 17:19 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, leiðari á Visit North, sum helt Norðoyastevnurøðuna.

Tað var eitt satt prýðið fyri býin at síggja metstóru skrúðgonguna við Klaksvíkar Hornorkestri á odda, sum fór úr Klaksvíksgarðinum, heim eftir Klaksvíkavegnum, beint eftir at alið hevði gjørt burturav sær.

Lítt og gott verður og sum ikki einaferð var nógv fólk í Vágstúni fyri at at lýða á Norðoyastevnusøðuna hjá Theresa Turiðardóttir Kreutzmann: 

Góða Norðoyingar og góðu stevnufólk!

Klaksvík, tað hevur altíð smakkað av onkrum eitt sindur spennnandi og eksotiskum. Longu tá eg var heilt ung og spældi hondbólt og flogbólt, so vóru vit í Klaksvik til ítróttarkappingar, og flestar av okkum gentum á TB liðnum hildu, at dreingirnar í Klaksvík vóru øgiliga fittligir.

Tað at koma til Klaksvíkar var líka so langt sum ein ferð til New York – tíðliga um morgunin av Tvøroyri við Smyrli, koyritúrurin til Leirvíkar og yvirum við Pride. Og sjálvt um tað ofta var buldrasligt á sjónum, so kundi túrurin til Klaksvíkar ikki undverast, tí man vildi ikki ganga glipp av nøkrum.

Seinni fór eg at spæla við Tvøroyrar Hornorkestri, fekk eg aftur høvi til at vitja í Klaksvík, tá vit fóru norður á musikkstevnu  – tað var altíð hugnaligt, tí gestablíðni treyt ikki í Klaksvík, og huglagið er ofta gott millum hornblásarar.

Tey í Klaksvíkar Hormorkestri dugdu bara so ómetaliga væl at framføra, og mong vinarbond vóru longu knýtt til avbera góða hornorkestrið í Klaksvík. Man kann ikki annað enn siga at samanhald, trúfesti og ágrýtni knýtir seg til Klaksvíkar Hornorkestur sum nú sum áður hava sett hátíðardám á mongu løturnar gjøgnum árini – veruliga ein fragd fyri býin. 

Aftaná 13 ára støðg eri eg aftur farin at blása í horn her fyri stuttum, og eg kann bara siga, at tað kennist væl.

Summarfestivalurin hevur veruliga sett Klaksvík á verðinskortið oger ein magnetur, sum dregur fólk til sín.  Síðani eg flutti heim á oyggjarnar aftur úr útlegd í Danmark og Grønlandi havi eg á hvørjum ári, sett 4 dagar av til summarfestivalin – tí Summarfestivalurin er eitt hæddarpunkt í árinum

Gjøgnum mínu ár í ferðavinnuni havi eg viðhvørt haft við Klaksvík og Norðoyggjar at gera, men tað va rikki fyrr enn eg fekk eina støtti uppgávu fyri Klaksvíkar kommunu, at eg veruliga fataði hvussu nógvar perlur tit eiga her norðuri. Og merkti blíðu móttøkuna frá fryntligu fólkunum, sum her búgva, og soleiðis fekk eyguni upp fyri teimum nógvu møguleikunum sum Norðoyggjar hava at bjóða. Kanska teir eru eitt sindur fjaldar viðhvørt, men teir eru har!

Tá eg fekk møguleikan at koma norður at starvast á Visit North, sum kanska er betri kend sum kunningarstovan, var eg ikki sein at taka av lo, tí eg sá frá fyrsta degi møguleikarnar fyri eini blómandi ferðavinnu her norðuri.

Onkur hevur spurt meg, um tað ikki kann kennast tungut at vinda norðingarnar í gongd, sum ofta tykjast so reserveraðir og truplir at taka við nýggjum hugskotum.  Men eg havi júst tað mótsattu fatanina - eg haldi veruliga, at her er futtur í!

Hjá mær er tað ofta sera stutt frá tanka til handling, og tá eg havi haft brúk fyri hjálp ella fyri at fáa fólk við uppá at gera stápla okkurt sjáldsamt átak uppá beinini, sum eg viðhvørt finni uppá, so hevur tað als eingin trupulleiki verið – men hinvegin oftanst ein góð móttøka.

Í fjør funnu vit uppá at vit skuldu gera ein gamlan jólahandil, har fólk skuldu fáa møguleikan at gera vørur at selja, valið fall á Fornminnissavnið, og tað má sigast at tey vóru við uppá tað beinanvegin. Stuttligt at finna uppá tá tað gevur eitt so gott samstarv, sum vit fingu so. Og samstarvið riggaði so væl, at vit eru samd um at gera tað aftur í ár. Tá tað so komu fólk úr øllum Føroyum at vitja, so var tað bara ein sera góð kensla um eitt gott tiltak.

Hesa Norðyarstevnuna hava vit haft eina sera spennadi og søguríka framsýning úr 7 ymsikum tíðarlummum við 7 ymsikum familjum frá tí Norðoyastevnan byrjaði í 1936. Og aftur her, so hevði tað ikki kunna latið seg gjørt uttan familjurnar, sum vóru við uppá tað, og tóku undir við hugskotinum, sum Johan Holm Simonsen hegnisliga hevði sniðgivið.

At ferðavinnnan hevur eitt stórt rættuliga ódyrkað potentiali her norðuri eri eg ikki í iva um. Fjøllini, gestablídni , firðirnir, søgurnar, vinnulívið – her finnurt tú alt tað sum okkara gestir vilja hava -  

Vit skulu seta okkara egnu dagskrá hvat tað er vit vilja bjóða okkara ferðafólkum, og vit skulu ongantíð ganga uppá kompromis við okkara egnu sannføring um hvussu vit stýra okkara ferðavinnu. 

Tað sum vit altíð skulu hava í huga er,  at vit skulu verða autentisk, at vit skulu fortelja okkara søgu, beint sum hon er, og standa við tað okkara forfedrar hava lagt okkum í beini, um tað er at drepa grind, seyðahald ellla annað.  – tað er tað sum okkara gestir vilja hava – tí gløgt er gestsins eyga, vit skulu ikki finna uppá nakað vit ikki eru.

Eitt sum eg haldi er serstakt fyri Klaksvík er samanhaldið – hóast ikki samd um alt, so standa tit saman tá ástendur, um tað er vinna, gongd í haga, fótbóltur ella kappróður.

Tað er ein sera góður eginleiki at hava, og tað er nakað eg royni at taka við í ferðavinnu samanhang – hetta at vit eru ikki kappingarneytar, men virka saman fyri at styrkja og menna ferðavninnuna lokalt.

Okkara styrki verður tá, at vit megna at skapa serstakar upplivingar, sum tú ikki finnur aðrastaðni

Nú vit tosa um samanhald, so verður ofta haft á lofti, at stevnurnar hava ongan týdning longur. Eg haldi, tað er bæði trist og órættvíst, at vit halda fast í tí retorikkinum, tí stevnurnar eru tað vit gera tær til.

Tað eru nógv fólk, sum leggja nógv fyri dagin, so vit fáa eina so fjølbroytta skrá er sum møguligt: framsýningar, konsertir, matsøla og eina rúgva av øðrum tingum. Vit mugu ikki gloyma, at stevnurnar eru tjóðarhøgtíðir við aldargamla kappróðrinum og fyri ikki at gloyma  fótbóltin – tí hvat var ein stevna uttan hesi. Alt tað vit leggja afturat ger bara stevnuna enn betri, men uttan kappróðurin og fótbóltin er tað ikki ein verulig stevna.

Í fjør bar eg uppá mál í einari D&V sending, at tað verið ein frægd, um vit í gøtunum í Klaksvík, sóu fleiri Norðoyastevnugestir klæddar í tjóðbúnanum, tí tað er bæði festligt og setir ein tignarligan dám á Norðoyastevnuna.

Sjálvt um eg eri nýggj her norðuri, so hava orðini hjá Bernhard Brim, úr vakra sanginum ”tað er vakurt í Klaksvík” altíð gjørt okkurt við meg. Yrkingin er eisini partur av framsýningi á Spinnarínum, so kanska er tað nostalgiska afturbráið sum røri nakað í mær.

 Eg fari at enda við hesu orðunum:

Her er stuttligt á Norðoyastevnu,
tá ið ungfólkið møtist til leik
her at royna sær kynstur og evni,
her hvar blíðskapurin aldri sveik.
Tí at Klaksvík er Norðoya móðir,
hon er norðoyinga álit og trygd,
her er menning og nørandi gróður,
her í Norðoya prúðastu bygd.

Takk fyri tit lýddu á og framhaldandi góða Norðoyastevnu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen