Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fínt avrik ímóti oddaliðnum í Silvurliguni hóast tap

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  08.06.2024 - 09:53 Ítrottur Tíðindi

Hóast greitt 3-0 tap fyri ósigraða oddaliðnum í Silvurliguni, Finnlandi, so verður hildið at føroyska avrikið var av tí frægara slagnum

 

Silvurligan, kvinnur:
Føroyar - Finnland 0-3 (14-25, 19-25, 17-25)

Hóast greitt 3-0 tap fyri ósigraða oddaliðnum í Silvurliguni, Finnlandi, so verður hildið at føroyska avrikið var av tí frægara slagnum.
Serliga annað og triðja sett vóru hugalig at síggja. Í øðrum setti fylgdu Føroyar leingi við finnunum, og ikki fyrr enn við støðuna 10-12 fór at dragna millum liðini.

Í triðja settti gekk uppaftur betur fyrstu løtuna, og Føroyar løgdu seg á odda 5-2. Javnt var við støðuna 7-7, men eftir 9-10 dró Finnland so líðandi frá, og við at vinna síðstu fýra bóltarnar á rað, gjørdist munurin heldur stórur at enda.
Toppskorari hjá Føroyum í dag var Anja S. Danielsen við seks stigum. Til samans høvdu Føroyar tveir vinnarablokkar og seks serviess; av serviessunum átti Sirið H. Samson tey tvey.
Eftir sigurin hjá Finnlandi er nú greitt, at finalurnar verða millum Finnland og Portugal. Tann fyrra verður í Portugal 13. juni og tann seinna í Finnlandi 16. juni. Vinnarin fær 40.000 evrur, sum eru knappar 300.000 kr. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…