Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.06.2024 - 07:30 Tíðindi Veðrið

Síðsta vika var køld við løtum, sum minna um veðrið á vetri, hóast tað bert er 1½ vika til longstadag.

Tað er eitt og sama lágtrýst, sum hevur staðið fyri kalda veðrinum alla vikuna. Tað lá norðanfyri í næstan eina viku og dró kalda luft langt norðanífrá til okkara. Tað er til enn – farið eystureftir og liggur nú yvir Noregi og Svøríki. Tí hava vit enn í dag og í morgin eitt kalt luftrák norðaneftir.

Í miðvikuni fer eitt hátrýst at leggja seg um okkara leiðir. Tá fer vindferðin niður í einar 3 til 8 m/s, og lotið fer at koma eystaneftir ístaðin. Ikki beinur eystan alla tíðina, men út landnyrðingi niður í landsynning.

Hitalagið fer sum frá líður at kvinka seg uppeftir, so seinast í vikuni er tað farið nøkur stig upp, borið saman við tað, sum hevur verið í dag og í vikuskiftinum.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Millum útnyrðing og norðan, 8 til 13 m/s, fyrrapartin upp í hvassan vind í støðum, 15 m/s. Skýggjað og ælaveður fyrra partin av degnum, men sum líður á seinnapartin hálvskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Um náttina minkar vindurin niður í 5 til 10 m/s av somu ættum, enn hálvskýggjað, men kanska okkurt ælið. Hitin millum 3 og 7 stig.

Týsdagin:

5 til 10 m/s av útnyrðingi og norði, smáskýggjað og sólglottar, men kanska okkurt ælið, serliga fyrrapartin. Um náttina minkandi niður í lot til frískt lot norðan ella av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin fer at liggja millum 4 og 8 stig.   

Mikudagin:

Eitt lot av ymsum ættum, seinni at liggja báðumegin eystan, 3 til 8 m/s. Smáskýggjað og sólglottar, men eisini okkurt ælið, serliga fyrrapartin. Um náttina millum eystan og landsynning, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt, í støðum klárt. Hitin millum 4 og 8 stig.

Hósdagin:

Millum eystan og landsynning, 3 til 8 m/s, hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt og løtur við sól ella sólglottum. Hitin millum 5 og 9 stig.

Fríggjadagin:

Millum eystan og landnyrðing, 3 til 8 m/s, hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…