Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur samskipari settur á Báta- og listasavninum í Leirvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.06.2024 - 14:56 Mentan Tíðindi

Báta- og listasavnið í Leirvík hevur sett Elsebeth Elnarsdóttir Tyril í starv sum samskipara fyri savnið.

 

Elsebeth hevur royndir innan ferðavinnu og samskipan av tiltøkum umframt at hon altíð hevur havt stóran áhuga fyri skipum, bátum, fiskiskapi og tí, ið hoyrir sjóvinnu til.

“Eg hugsi fyrst og fremst at menna savnið víðari á tí grundarlagi, sum longu er lagt. At hava nøkur fleiri tiltøk gjøgnum árið, herundir at seta sjóneykuna á ymisk serlig viðurskifti, sum t.d. tætta tilknýtið, sum mangir av bátunum á savninum hava til eysturlandið á Íslandi. Føroyski báturin, bátabygging og øll tann søgan, er áhugaverd í sær sjálvum, men samstundis haldi eg, at tær mannalagnur og søgur, sum eru knýttar at fólkunum, ið hava bygt og nýtt bátarnar, eru ikki minni áhugaverdar,” sigur Elsebeth m.a.

“Við tíðini kundi eg hugsað mær at longt upplatingartíðirnar og fingið munandi fleiri fólk at vitja savnið til at hoyra og síggja hugtakandi søgurnar um lutirnar, bátarnar, listaverkini og fólkini, ið eru tilknýtt lutunum. Savnið er ein uppliving bæði fyri føroyingar og ferðafólk,” leggur Elsebeth afturat.

Báta- og listasavnið í Leirvík er skipað sum sjálvognarstovnur og hýsir einum savni av eldri siðbundnum føroyskum bátum og einum savni við listarverkum eftir Jóhannes Kristiansen, eisini nevndur leirvíksmálarin, umframt aðrar listamálarar úr Leirvík.

Savnið er opið týsdagar millum kl 14 og 17 og hósdagar millum kl 14 og 16. Samband fæst við savnið á telefon 730150 ella á telduposti batasavn@email.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu