Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nógv drift á Djúpumýru

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.06.2024 - 13:25 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Vøllurin, ið KÍ hevur vunnið trý meistaraheitið á seinastu fimm árini hesin hevur ligið á, verður nú útskiftur.

Tummas Lervig, formaður sigur, at tað hevur gingið væl higartil, byrjað varð í gjárkvøldið og málið er at vøllurin skal vera av sunnukvøldið, tá nýggi vøllurin kemur, saman við serkønum fólki at leggja tilfarið á.

Men tað er ikki bara bara, at taka hetta graslíkið av. Banarullirnar sum síggjast á myndunum viga um 7-800 kilo hvør og rullast skulu fleiri enn 200 slíkar so til samans vigar gamli vøllurin, ið menn nú eru við at rulla saman, um 200 tons.

Kom og hjálp til

Tað sigur Tummas Lervig, formaður: Okkum tørvar meira arbeiðismegi, tí hetta er tungt arbeiði, so fleiri hendur høvdu gjørt tað lættari hjá teimum, sum longu stríðast, so hevur tú ein møguleika, so kom á Djúpumýru og stuðla okkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…