Lýsing
Lýsing
Lýsing

Farið er undir at fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  21.06.2024 - 10:21 Tíðindaskriv

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, er farin undir arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av landslæknaembætinum. Talan er um eitt víðfevnandi arbeiði, sum krevur nágreiniligar lýsingar og væntandi fleiri avtalur um samstarv innan økið millum føroyskar og danskar myndugleikar.

 

Tað er at fegnast um, at farið er undir arbeiðið. Við Heilsustýrinum og landslæknanum fáa vit ein sterkan fakmyndugleika innan heilsuøkið í Føroyum, ið kann ráðgeva landsstýri, kommunum og almennum myndugleikum í heilsuspurningum.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

 

Ein arbeiðsbólkur er settur at fyrireika yvirtøkuna. Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri føroyskar og danskar myndugleikar. Indenrigs- og sundhedsministeriet, Styrelsen for Patientsikkerhed og Statsministeriet umboða danskar myndugleikar og Løgmansskrivstovan og Heilsumálaráðið umboða føroyskar myndugleikar í arbeiðsbólkinum. Fyrsti fundur í arbeiðsbólkinum var í gjár í Heilsumálaráðnum.

Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er at gera eina frágreiðing, sum lýsir øll viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri yvirtøkuna.

Farið verður undir at útgreina og lýsa nærri, hvat liggur í yvirtøkuni av landslæknaembætinum, hvørji øki náttúruliga hoyra til hesa yvirtøkuna, hvar markið gongur ímillum donsk og føroysk málsøki, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar verða mettar at vera av yvirtøkuni.

Í sambandi við at yvirtøkan av landslæknaembætinum verður fyrireika, er avgerð tikin um, at taka onnur viðkomandi málsøkir við í útgreiningararbeiðið. Sostatt skal frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum um yvirtøku av landslæknaembætinum eisini lýsa, hvat liggur í yvirtøku av málsøkjunum; tvingsil í psykiatriini, sjúklingarættindi, euforiserandi evnir, vísindasiðseminevndin, hjálp fyri barnloysi, burðarhjálp og kæru- og endurgjaldsmøguleikar.

Frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum skal brúkast sum grundarlag, tá Føroya Landsstýri skal taka støðu til, hvørt málsøkini skulu yvirtakast.

Í tíðarætlanini fyri arbeiðið, eru tveir fundur ásettir afturat í ár. Eftir ætlan verður arbeiðsbólkurin liðugur við frágreiðingina í desember í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni