Lýsing
Lýsing
Lýsing
Preben Holmsund, Leivur Øregaard, Seth Nystrøm Hansen, ið hava staðið læru sum kokkar við Tech Collage í Ålborg.

Tríggir glaðir kokkar

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  22.06.2024 - 21:25 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi Vinna

Við góðum - sera góðum úrslitum hava tríggir raskir kokkar staðið sína útbúgving við Tech Collage í Ålborg

Tveir teirra eru úr Klaksvík, Leivur Øregaard, sum hevur staðið í læru umborð Norrøna og Seth Nystrøm Hansen, sum hevur staðið í læru á Hotel Brandan.

Preben Holmsund, ið er ættaður úr Suðuroy, hevur eisini lært umborð á Norrønu. 

Lærumeistarin ella -skúlin hevur verið Tech Collage í Ålborg, har nógvar ástøðis- og verkfrálæringar hava verið í lærutíðini.

Teir skuldu upp í muntligur, skrivligum og verkligum royndum - og sum kent er frá slíkum kappingum í sjónvarpinum, er kappingin/royndin hørð.

Tí er tað hugaligt, at hesum ungu røsku monnum hevur gingið frágera væl. Onkur hevur enntá verið rátt til eisini at taka útbúgving sum slagtari afturat, tí útbúgvingarnar liggja so nær hvørji aðri og eru teimum gagnilgar afturat kokkaútbúgvingini.

Onkur teirra hevur byrjað læru- ella starvsleið sína á TSK í Klaksvík.

Tá ið hotell nú er í umbúnað í Klaksvík, kann væl verða, at vit hitta hesar røsku og fittu kokkum aftur í Klaksvík onkuntíð!

Ikki tí, tað standa teimum mong spennandi arbeiði í boði. 

Til lukku tit tríggir, røsku ungu menn - við ynski um góða eydnu!     

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda