Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jacob Vestergaard er útbúgvin løgreglumaður og er kendur millum føroyingar sum politikari | Mynd: Oliver Joensen

Jacob Vestergaard nýggjur sýslumaður í Norðoya- og Eysturoyar sýslu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.07.2024 - 11:06 Mentan Tíðindi

Mær dámar gott at hava við fólk at gera, eg kenni væl til huglagið og skemti sum eyðkennir norðoyingar og eysturoyingar, so eg gleði meg, sigur Jacob Vestergaard við Norðlýsið

 

Jens Jensen legði frá sær sum sýslumaður í Norðoya- og Eysturoyar sýslu í gjár. Í dag tekur Jacob Vestergaard við starvinum. 

Jacob Vestergaard er kendur sum løgreglumaður og politikari. Hann hevur verið partur av landspolitiki síðan 2003 sum løgtingslimur og landsstýrismaður.

Vit fingu orðið á nýggja sýslumannin,

- Mær dámar gott at hava við fólk at gera. Eg arbeiddi á politistøðini í Klaksvík seinnapartin í 80'unum og tí kenni eg væl til huglaði og skemti, sum eyðkennir norðoyingar og eysturoyingar, sigur Jacob Vestergaard við Norðlýsið

 

Uppgávur hjá Sýslumanninum eru millum annað:

  • Vígslur ella giftarmál.
  • Náttúrufriðingarmál
  • Búnaðarmál, kærir og landbúnaðarstevnur.
  • Fyrisitingarlig mál og ymiskar átekningar.
  • Sivilar hoyringar og annað.
  • Arvabræv ella Testamentir ella afturkalling av somu.
  • Navnalóg. Kanna og fráboða til ymsar myndugleikar.
  • Grindaboð, -skifti, -roknskapur, -fráboðanir.

Hann byrjar í starvinum í dag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kára Sigurðsson hevur nú fingið debut á…
Peter Bredsdorff og Tom Jensen vitja Stj…
Lærarastovan: Kvæðamentan, kvøðing og fø…
Gadus - Søgulig føroysk løta í enska Und…
Talgild Refleksjón fyri sjúkrarøktarfrøð…
Páll, Benjamin og Eirikur vitja Norðlýsi…
Tekniski Skúlin er opin í kvøld
Leiðslan á Lands­sjúkra­húsi­num: Øll skulu…
Yrkinga­savnið Rák er givið út
Kjakið um Suðuroyar­tunnilin
Herborg við nýggjum lagi
Blátt Gras við nýggjari fløgu
Veiðan eftir svartfugli er burðadygg
Eldrahugni í Betesda
Video: Elddópu­rin við Tjarnir endaði við…
Øssur Kjølbro, sóknarprestur helt røðuna…
Dómarastøði í Føroyum er høgt
Samrøða við Klaksvíkar Billiard­felag
Samrøða við Rannvá Langaard
Samrøða við Finnbjørn Vang