Lýsing
Lýsing
Lýsing

Takksamur fyri møguleikan

SKRIVAÐ: Jens H. Jensen, fyrrverandi sýslumaður  |  30.06.2024 - 22:35 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Sýslumaðurin fyri Norðoya- og Eysturoyar sýslu Jens H. Jensen, takkar fyri seg

 

Tíðin gongur skjótt – tað eru longu 3½ ár síðan eg varð settur í starv. Tá ið nú longda skeiði rennur út tann 30/06-2024 nýti eg høvið til at takka fyri gott samstarv.

Tað var við einum ávísum spenningi, eg tók við sýslumansstarvinum. Eitt starv, sum eg ikki hevði røkt áður.

Tí eri eg sera takksamur fyri at hava fingið henda møguleikan.

Fyrst vil eg takka hinum báðum sýslumonnunum, men eisini fyrrverandi sýslumanni fyri Streymoynna Finnboga Midjord og ikki minst Hans L. Djurhuus fyrrverandi sýslumann, ið hevur verið óvanliga hollur at svara spurningum og at komið við vegleiðingum.

Serliga hugaligt hevur tað verið fyri meg, sum havi brúkt at kalla alt mítt arbeiðslív sum løgreglumaður - hevur tað kenst sum ein jalig broyting, at samskift við vanliga borgaran. I flestu førum er jú talan um siðiligar borgarar mótvegis viðskiftafólkunum hjá løgregluni, sum oftast er talan um fólk, ið skulu skuldsetast fyri eitt ella annað.

Árið 2021 vísti seg tó at vera eitt broytingar ár. Vanlig ár fekk sýslumaðurin undir 10 náttúrufriðingarmál at viðgera, men í 2021 var lagt á annað borð. Arbeiðsbyrðan hækkaði upp til 42 mál av hesum slagi. Slík mál eru tíðarkrevjandi. So arbeiðsbyrðan hækkaði eftir einum árið við 500 % (prosentum). Náttúrufriðinganevndarmál fevna um innkalling, ástaðarkanning, málsviðgerð og fráboðan (avrit) aftaná.

Øll mál sum náttúrufriðingarnevndirnar avgreiða skulu sendast til víðari viðgerð hjá Yvirfriðingarnevndini, har dómarin er formaður. Eisini Føroya Landsstýri við Umhvørvismálaráðnum skal kunnast.

Fyri Norðoyggjar eru hesi umboðini uppnevnd: Gunrið Kallsberg, Viðareiði og Jógvan Ravnsfjall, sum eru fastir limir í nevndini. Onkuntíð hevur verið neyðugt at tilkalla varafólkið Amaliu í Frammistovu á Kirkju og Brand Klettskarð í Kongsstovu, Haraldsund.

Fyri Eysturoyar sýslu eru umboðini Annvør Jacobsen, Eiði og Marnar B. Gærdum á Strondum. Tiltakslimirnir sum neyðugt hevur verið at innkalla eru Marjun W Gaardbo á Toftum, David Reinert Hansen, Oyri og Árant Hansen í Norðagøtu.

Øllum hesum fólkunum vil eg takka fyri sera gott samstarv, dugnaskap og stuðul í allar mátar.

Somuleiðis vil eg takka teknisku starvsfólkini hjá kommununum, ið ofta hava fyrireika náttúrufriðingarmálini, sum vit hava viðgjørt. Tað veri seg Klaksvíkar -, Hvannasunds -, Viðareiðis -, Kunoyar -, Fugloyar- , Runavíkar -, Eiðis -, Sunda kommunu og Eysturkommunu.

 

Av øðrum málum eru at nevna:

  • Vígslur ella giftarmál.
  • Búnaðarmál, kærir og landbúnaðarstevnur.
  • Fyrisitingarlig mál og ymiskar átekningar.
  • Sivilar hoyringar og annað.
  • Arvabræv ella Testamentir ella afturkalling av somu.
  • Navnalóg. Kanna og fráboða til ymsar myndugleikar.
  • Grindaboð, -skifti, -roknskapur, -fráboðanir.

 

Grindavágirnar, sum eru góðkendar í Norðoyggjum eru Klaksvík,Viðvík og Hvannasund og fyri Eysturoy er: Fuglafjørður, Funningsfjørður, Syðrugøta Norðagøta og Norðskáli.

Eg vil takka øllum 42 Grindaformonnunum fyri framúr gott samstarv. Somuleiðis vil eg takka borgarstjórunum í økinum. Oftani hava teir haft starvsfólk afturat sær. Teimum takki eg somuleiðis.

Eisini takki eg Bjarna Mikkelsen á havstovuni, sum saman við sínum fólki hevur tikið royndir eftir grindadráp og eisini hevur syrgt fyri at merkt hvalir og sum møguleiki hevur verið at fylgt við hvar teir hava svomið eftir merkingina.

Til seinast fari eg at ynskja avloysara mínum blíðan byr í starvinum.

 

Jens H. Jensen

Fyrrverandi sýslumaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar
Anfinn Í Toft á støð
Morgunmatarborðið veit
Hví eitur býurin Oslo?
Nes kommuna hevur latið inn ferðavinnuæt…
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026