Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj matstova í Saltangará

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.07.2024 - 09:54 Myndarøð Tíðindi Vinna

Ein nýggj matstova letur upp í Saltangará hósdagin, 4. juli. Navnið á nýggju matstovuni er RIST. Á RIST fært tú siðbundnan mat, gjørdur úr bestu rávørum og á karráan hátt - á eini grill.

 

Maturin verður borðreiddur í nútímans, hugnaligum hølum á matstovuni í Saltangará. Tað, sum eyðkennir RIST er hugni, tænasta og góður matur. Tilber at síggja at síggja matskránna og at bíleggja borð á www.rist.fo

Eigararnir, ið allir eru úr nærumhvørvinum, mettu, at tað manglaði eitt matstað av slíkum slagi í umhvørvinum, sum hevur fingið fleiri tilflytarar seinastu árini.

RIST letur upp í nýggju hølunum, har søguligi handilin hjá Bjarna Hansen, vanliga nevndur Bjarni Blikk, helt til. Tey flestu tilkomnu í nærumhvørvunum munnu minnast handilin hjá Bjarna Blikk.

Almenn móttøka verður á RIST, mikudagin, 3. juli kl. 12:00 til 14:00, har Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, sigur nøkur orð og Terje Vestergaard spælir og syngur nøkur løg. Eisini fer Johan Hans, sum er sonur Bjarna Blikk, at fortelja um søguliga handilin hjá pápa hansara. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK