Lýsing
Lýsing
Lýsing

SEV, hvat er nú til ráða at taka?

SKRIVAÐ: Thormund Johannesen  |  02.07.2024 - 11:43 Lesarabrøv Politikkur

Nú ætlaða Pumped Storage skipanin sær út til at gerast alt ov kostnaðarmikil, standa Føroyar á einum vegamóti hvat eini stórari framtíðaravbjóðing viðvíkur.

 

 

Eg taki undir við Ingilín Strøm í, at nú er ikki at steðga á, men at saðla um og so uppaftur á grøna hestin, skjótast til ber.

Vindorkuútbyggingarnar, sum hava verið sera væleydnaðar, mugu fyri alt í verðini ikki steðga á nú, men halda fram. Vit fáa tó trupulleikar við ov lítlari avtøku vetrarhálvuna við nógvum vindi og regni, og ov lítið av grønari orku summarhálvuna, tá ið minni er av vindi og regni.

At gera Føroyar 100 % grønar á landi í 2030 er tó bara hálv loysn, tí fiskivinnan, sum hevur so stóran týdning fyri okkara búskap, má eisini gerast grøn. Tí verður hon ikki tað, gerst svarta brennievnið við tíðini bara dýrari orsakað av CO2-avgjaldi og fiskaprísirnir lægri orsakað av CO2-slóðum - ein dupult mótgongd.

At tvinna saman loysnir til grøna orku á landi við loysnir til grøna orku á skipum, kann kanska vera leiðin, ið nú skal gangast.

Tað, sum í løtuni vinnur mest fram sum grønt brennievni á skipum, er metanol. Men hóast tað, so verður væntað, at tað nokk verður ammoniakk, sum í framtíðini verður tað mest brúkta brennievni til skip.

Ammoniakk sum brennievni, er í veruleikanum ikki annað enn brint, sum við kemiskari binding við nitrogen, er gjørd møgulig at handfara uttan ekstremt trýst ella ekstremt lágan temperatur. Brintina hava vit bundna í vatni og nitrogenið í luftini, sum bæði eru tøk her hjá okkum í ríkiligt mát.

Avbjóðingin at framleiða ammoniakk, ein samanrenning millum brint og nitrogen, er, at tað krevur kolossalt nógva orku, og fyrr enn tann orkan er tøk grøn, kemur ikki verulig gongd á globala ammoniakkframleiðslu til heimsflotan.

Í Føroyum hava vit tann trupulleika, at vit kunnu ikki selja yvirskotsorkuna frá vindmyllum, sum samanbundin lond niðri á meginlandinum gera, og tað er tí upplagt hjá okkum at nýta yvirskotsorkuna til at framleiða grønt brennievni, sum til dømis ammoniakk.

Verða motorar instaleraðir í el-verkinum á Sundi, sum brenna ammoniakk, kann ammoniakkframleiðslan virka á sama hátt sum ein Pumped Storage skipan. Ammoniakk verður framleitt vetrarhálvuna, tá ið nógvur vindur og regn er, og ammoniakk verður brúkt til brennievni til motorarnar á Sundi summarhálvuna, tá ið lítið er av vindi og regni.

Vísa útrokningar, at slík ammoniakkframleiðsla í Føroyum er ein búskaparliga betri loysn enn ein Pumped Storage skipan, so hava vit eisini loysnina til sjálvi at framleiða brennievni til skipaflotan, sum er ein onnur avbjóðing, líknandi tí at fáa Føroyar grønar á landi í 2030, sum higartil næstan ikki hevur verið tikin upp á tungu.

Væl veit eg, at tað er ikki bara sum at siga tað, at fara í holt við at framleiða ammoniakk, men kanningar og kostnaðarmetingar eiga skjótast gjørligt at verða gjørdar, og ikki einans við endamálinum at gera Føroyar grønar á landi, men á sjónum við.

 

Thormund Johannesen

Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…