Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Espen Haug: KÍ-áskoðararnir hava stóran týdning í morgin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.07.2024 - 20:43 Ítrottur Tíðindi

Tað merkir nógv, at nógvir áskoðarar møta. Vit fáa vanliga góðan stuðul. Vit ynskja at Differdange skal fáa ein truplan dag her. So vónandi hava vit ein góðan 12. mann í rygginum, sigur KÍ-venjarin dagin fyri Champions League dystinum móti Differdange 03.

Í vikuskiftinum var Espen Haug í Luksemborg saman við hjálparvenjaranum Mads Kleiv.

- Teir hava 12 nýggjar leikarar. Tað vóru nógvir av teimum sum spældu í vikuskiftinum saman við nøkrum sum spældu síðsta kappingarár. So vit fingu innlit í leikskipan, nýggju leikararnar og teir sum byrja á bonkinum. Teir sum spældu síðsta kappingarár hava vit stýr á. Teir hava mist 49 málstig og fýra eftir okkara tykki týdningarmiklar leikarar. Teir hava fingið nógvar nýggjar, og so hava teir tveir leikarar í álopspartinum, sum eisini spældu í fjør í Jorginho og Trani, sum høvdu sera nógv málstig síðsta kappingarár. So vit fingu nógv burturúr túrinum til Luksemborg og allar fyrireikingar hjálpa ímóti at fáa eitt gott úrslit, sigur Espen Haug við Norðlýsið.

- Eg vænti ikki teir broyta nakað taktiskt frá í fjør. Eg vænti, at teir koma í eini 5-4-1 í verjustøðu og 3-4-3 ella 3-5-2 í álopsstøðu, sigur hann.

 


Neyvan málríkt

- Eg vænti tað verður ein skuggadystur. Tá teir hava bóltin, so koma vit at liggja kompaktir. Tá vit hava bóltin, so vænti eg, at teir koma at liggja lágt. Eg ivist um tað verður málríkt. Men verður tað tað, so vóni eg, at tað verða vit sum gera málini.

- Tað snýr seg um at vinna. At vinna við tveimum málum vildi verið sera gott. Men liðið er so mikið gott, at vinna vit í morgin, so eru vit nøgdir nú áðrenn dystin. Vit mugu altíð trúgva uppá at vinna. Vónandi verða vit meira effektivir, enn vit hava verið í landskappingini. Vit hava málskjúttar á vøllinum. Men vit mugu fáa verjupartin at koyra fyri at fáa fatur á bóltinum og skapa málmøguleikar og skora mál, sigur hann.

 


Áskoðararnir hava stóran týdning

Til endans sigur Espen Haug, at tað hevur stóran týdning at fáa góðan uppbakning.

- Tað merkir nógv, at nógvir áskoðarar møta. Vit fáa vanliga góðan stuðul. Vit ynskja at Differdange skal fáa ein truplan dag her. So vónandi hava vit ein góðan 12. mann í rygginum, sigur hann.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing