Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-Differdange 03

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.07.2024 - 06:43 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld spælir KÍ ársins týdningarmiklasta heimadyst.

1. umfar í Champions League hevur eyka stóran týdning. Tað er umfarið, sum avger, um ein kemur í Europa League ella ikki, um ein verður útsligin seinni úr Champions League. Taparin fer beinleiðis í Conference League, har ein møgulig ferð til Kasakhstan er á skránni.

KÍ fær vitjan av Differdange 03, sum eru meistarar úr Luksemborg. Kappingin úr Luksemborg endaði 26. mai, men liðið hevur spælt venjingardystir og fingið meira tilgongd enn frágongd umframt, at ein stórur partur av liðnum frá í fjør framvegis er við. Vinnarin av 1. umfari í Champions League tryggjar sær í minsta lagi play-off dyst í Conference League og eina upphædd á 5,6 milliónir afturat tí, sum er vunnið frammanundan.

Hjá KÍ hevur Jóannes K. Danielsen leikbann. Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Hallur Hansson eru byrjaðir at venja aftur, men hesin dysturin kemur helst ov tíðliga hjá teimum. Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen og Jonn Johannessen eru skaddir, meðan ivamál er um René S. Joensen.

Dysturin við Djúpumýrar byrjar kl. 19.00. Dómari verður David Munro úr Skotlandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…