Lýsing
Lýsing
Lýsing

Luciferace

SKRIVAÐ: Birgir Jakobsen  |  11.07.2024 - 10:30 Lesarabrøv Tíðindaskriv

Patent er tikið uppá eitt enzým sum verður nevnt Luciferace.  Enzýmið er latið í mikronálir, sum eru sera smáar, og sita  festar á einum lítlum stykki, á stødd við eitt lítið plástur ella so.

 

Nálirnar, sum eru nógvar í tali, máta 1,5 mm í longd, og eru evnaðar sum slangutenn. Tá hesar verða trýstar niður í húðina, byrja tær at fara í upploysn. Í enzýminum er DNA ella RNA vaksina, og eitt ID (Identification).

Tá húðin verður skannað, lýsir hon upp. Man er, við hesum evni, skrásettur (eyðmerktur), og er ikki óhugsandi at hetta er ”merkið” sum skriftin tosar um í kapittul 13 í Opinbering Jóhannesar.

Bill Gates, ið hevur verði við til at útvikla hesa tøkni, segði í einari av talum sínum, sum eisini liggur á alnótini:

”Gera vit eitt gott arbeiði við vaksinuni, kunnu vit lækka talið á menniskjum á jørðini við eini 10 til 15 prosentum.”

Hann sigur altso:

”Gera vit eitt gott arbeiði við vaksinuni, kunnu vit drepa um eina milliard menniskju.”

Hesin er altso ein av teimum sum eisini teir ráðandi í Føroyum ynskja at vit skulu lurta eftir, og gera eftir.

Nú eru fleiri sum halda at hendan farsótt er liðug, og at ikki nýtist at tosa, ella skriva um hetta meira, men so er tíverri ikki.

 

Birgir Jakobsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…