Misfatanir um búskap í Weekendavisen
Føroyar liva ikki av laksaaling ella øðrum útvaldum vinnum, men eru eins og allir aðrir búskapir og hava virðisskapandi virksemi í bæði almenna og privata geiranum, sum samfelagið ‘livir av’.
Fyri tíð síðan (13. juni) hevði Weekendavisen grein um Føroyar við heitinum ‘Den færøske olie’ (www.weekendavisen.dk/2024-24/samfund/den-faeroeske-olie umsett her: https://nordlysid.fo/tidindi/83261/laksur-er-foroya-olja). Her var ein journalistur (Emil Jørgensen) í Føroyum og prátaði við nógv fólk og fekk ta fatan, at vit í Føroyum 'liva av laksi' og um laksurin gerst sjúkur, so fara Føroyar á heysin. Hetta er ikki í samsvari við veruleikan.
Niðanfyri verður givin ein meira nuanserað mynd av, hvat ein búskapur er, og at Føroyar ikki eru øðrvísi enn aðrir búskapir í heiminum í tí týdningi, og at laksaframleiðslan ‘bert’ er ein stór vinna í Føroyum, ikki lokomotiv ella á annan hátt í serflokki. Í Danmark er størsti útflutningsgeirin sambært Danmarks statistik 'shipping'. Kundi ein av álvara sagt, at Danmark livir av shipping í dag?
Fyri at geva eina heildarmynd, skal fokuserast á fólki ella brúkararnar í landinum í staðin fyri útflutningin. Hvat vilja vit hava sum brúkarar? Vit vilja gjarna hava mat í munnin, bilar, sjónvarp og aðrar innfluttar vørur, men vit vilja eisini hava læknatænastur, skúlar, frisørar, onkrastaðni at fara til handils o.s.fr. Júst lidna verkfallið hevur víst, at samfelagið steðgar heilt skjótt upp um vit ikki innflyta nakað bert nakrar fáa vikur. Sostatt kunnu vit heldur sagt, at vit liva av innflutningi (og okkara egnu framleiðslu) heldur enn av útflutningi!
Vit vilja hava nógv annað enn tað vit sjálvi kunnu framleiða, t.d. gevur tað onga meining at framleiða bilar ella bananir í Føroyum, tí tað hevði ikki loyst seg. Vit gera sum øll onnur lond og framleiða tað vit eru best til. Fyri okkara viðkomandi er tað so fiskur av ymiskum slag, men eisini tænastur. Vit útflyta laks, tosk og annan botnfisk umframt uppsjóvarfisk t.e. makrel, svarkjaft og sild. Men eisini útflyta vit tænastur, t.d. ferðafólka tænastur og flutningstænastur.
Um vit hyggja at, hvat vit framleiða í Føroyum, so skal hyggjast at virðisøkingini. Virðisøkingin er umsetningur minus rávørunýtsla. Um vit taka fiskimannin sum dømi, so er tað landingarvirði minus oljunýtsla o.a. nýtt til framleiðsluna. Fyri frisørin er tað inntøkan frá kundanum minus útreiðslur til leigu og saksar o.a. Fyri bilasøluna er tað inntøkan av bilasølu minus innkeypsprísin av bilinum, leigukostnaður o.a. Hendan virðisøking kann so býtast upp í løn til arbeiðsmegina og yvirskot til kapitalin. Her er tað tann, sum eigur fyritøkuna, sum avger, hvussu tað býtið skal verða (tó treytað av arbeiðsmarknaðar sáttmálum). Fyri tað almenna er tað eitt sindur øðrvísi, tí her er ikki talan um vanligt yvirskot og er virðisøkingin í tí almenna nærum bert lønirnar.
Fyri nakrar privatar vinnur er tað umframt kapitalurin og arbeiðsmegin eisini eitt náttúrutilfeingi, sum skal hava sítt avkast. Hetta avkast kalla vit ofta tilfeingisrentan. Í Føroyum eru tvær nærum eins stórar vinnur, fiskivinna og alivinna, sum hava tilfeingisrentu av týdningi. Fyri fiskivinnu er talan um fiskin í sjónum, fyri aling er talan um firðirnar. Av tí at fiskurin og firðirnir eru ogn Føroya fólk skal hetta avkast í almennu kassarnar. Eisini er tað mest effektivt fyri samfelagið, at allir framleiðslufaktorar (kapitalur, arbeiðsmegi og náttúrutilfeingi) fáa sítt avkast. Tilfeingisrentan verður í ávísan mun í dag tikin inn av tí almenna sum tilfeingisgjøld og tøkugjøld, men als ikki í fullan mun. Hetta kundi verið ein vinkul á søguna, at hesi gjøld kundu fíggja fullveldi fyri landskassan, og kundi Føroyar verið eins ríkt og Noreg, um vit tóku størri part av tilfeingisrentuni inn.
Tað er ikki nøkur virðisøking, sum er ‘betur’ enn nøkur onnur virðisøking, um tað er matstovan ella fiskiskipið. Tó kunnu vit siga, at summi (fólk ella kapitalur) eru meira produktiv enn onnur. Antin fær kapitalurin meira avkast summa staðni ella fær arbeiðsmegin meira løn í summum vinnum enn øðrum vinnum. Og tað finnur búskapurin í flestu førum útav sjálvur við at flyta fólk og kapital til mest produktivu vinnurnar. Tað er ikki neyðugt við politiskari uppíblandan til tess at flyta arbeiðsmegi til vinnur, sum politikarar halda vera góðar.
Niðanfyri sæst býtið av virðisøkingin fyri Føroyar í 2022. Her sæst, at vit framleiða mest til okkum sjálvi (umleið 70%), sum er nærum øll tænastuframleiðsla og partar av ídnaði og øll bygging.
Ofta verður flutt fram ‘at vit ikki kunnu liva av at klippa hvørjum øðrum’. Hetta er eisini rætt, tí um vit vilja innflyta vørur/tænastur, mugu vit eisini útflyta vørur/tænastur. Hinvegin kunnu vit heldur ikki ‘liva av’ bert at fiska ella ala. Tú kanst selja tín fisk av landinum og hvat so? Tú mást hava okkurt at brúka pengarnar til, sum tú fekst fyri fiskin. Tú kanst sjálvandi brúka pengar til at innflyta okkurt, men sum víst á omanfyri, so er meginparturin av peninginum í Føroyum brúktur uppá tænastur (ella vørur), sum ikki eru innfluttar, men framleiddar í Føroyum. Her er t.d. talan um handilstænastur ella sjúkrahús (goldið yvir skattin).
Hví verður so hildið, at útflutningur er meira týdningarmikil enn tað vit framleiða í Føroyum? Er tað útflutningurin, sum heldur øllum øðrum uppi? Til tað er at siga samfelagið ella búskapurin ikki virkar á tann hátt. Alt hendir í einum búskapi ‘í einum’, eg keypi okkurt frá tær og tú okkurt frá mær til búskapurin finnur eina ‘javnvág’. Øll í samfelagnum hava ein leiklut, sum smá tannhjul til tess at fáa alt at virka og ‘ósjónliga hondin’ við prísum ger av, hvat og hvussu nógv vit keypa av vørum og tænastum. At vit bert liva av útflutningi varð hugsanin hjá sokallaðu merkantilistunum inntil Adam Smith síðst í 1700 talinum grundlegði nýmótans búskaparfrøði og broytti hesa hugsan.
Aling í føroyska búskapinum
Tá tosað verður um eina vinnu sum alivinnuna, so er hon ein stórur partur av okkara útflutningi. Sambært Hagstovuni er hon ein triðingur av okkara útflutningi. Men í virðisøking hevur hon ‘bert’ ligið um 3-10% seinastu 15 árini (sí mynd niðanfyri). Her skal eisini minnast til at meginparturin av føroysku alivinnuni er átt av útlendskum eigarum (helst 70%) og kapitalánarar fáa mesta partin av virðisøkingini í alivinnuni. Býtið í aling millum yvirskot og lønir var í 2022 85% yvirskot (til kapitalin) og 15% lønir (til arbeiðsmegina). Talan er tí undir helvtina av hesi virðisøking, sum fer til føroyska samfelagið (útlendingar eiga 70% falda 85% ella 60% av virðisøkingini í 2022).
Fyllir aling so ein triðing ella 5% av føroyska búskapinum? Um alivinnan hevði fingið eina kreppu, sum vit sóu í 2003 við ILA sjúkuni, hvussu vildi tað so merkt tað føroyska samfelagið uppá stutt og langt sikt? Um vit hyggja at tí, sum hendi í 2003, so hevði alivinnan eina negativa virðisøking tað árið (undirskotið var størri enn lønirnar í aling). Hetta hevði eina ávirkan á samlaðu virðisøkingina í 2003, sum minkaði 3%, men longu árið eftir í 2004 var vøkstur aftur í virðisøkingini í Føroyum á 5% og hevur tað verið vøkstur í virðisøkingini í leypandi prísum í Føroyum øll árini síðan (við undantak av 2009, tá tað var fíggjarkreppa og 2020, tá tað var koronu kreppa).
Sjálvandi hevði tað rakt tað føroyska samfelagið meint um øll aling hevði verið rakt av eini sjúku (t.d. ILA), tí ein 5% minking av virðisøking merkist væl. Men tað hevði ikki merkt samfelagið yvir fleiri ár og av tí, at føroyska samfelagið dugur væl at tilpassa seg broytingar, hevði tað ikki verið langtíðar ávirkan av hesum skelkinum til búskapin.
So spyrja fólk, hvat skulu vit útflyta, um vit missa ein triðing av útflutninginum? Til tað er svarið, at tað finnur búskapurin sjálvur útav. Fyri tað fyrsta, so er stórt yvirskot í dag á gjaldsjavnanum og tað hevur tað verið seinastu meira enn 20 árini. So um vit útflyta minni hevði tað ikki verið nøkur vanlukka fyri føroyska samfelagið. Eisini skal minnast til at hesi fólkini og kapitalurin í alingini fara at gera okkurt annað og hesi ella onkur onnur fara at útflyta okkurt annað t.d. onkra tænastu.
Orsøkin til at útflutningur og virðisøking ikki skulu samanberast, er at tey eru heilt ymisk tøl. Útflutningur er eitt bruttotal og virðisøking er eitt nettotal, tá útreiðslurnar til at framleiða eru trektar frá. Um vit hyggja at t.d. Singapore sum eitt ekstremt dømi, so er teirra útflutningur vanliga størri enn teirra virðisøking orsaka teirra shipping virksemi.
Niðurstøða
Tað hevði sjálvandi havt eina stóra ávirkan á føroyska búskapin um tað ræðuliga hevði hent, at aling t.d. helt heilt uppat næsta ár, men tað er nokk nærri 5% enn ein triðings ávirkan á búskapin (og samfelagið hevði so ikki farið á heysin!). Og hvussu leingi tann ávirkanin hevði varað er ilt at meta um. Hinvegin kanst tú siga tað um alt virksemi, t.d. um sjúkrahúsverkið hevði lukkað í morgin, hevði tað eisini havt sera stóra ávirkan á føroyska samfelagið og avleitt virksemi og tað hevði viðført fólkafráflyting og stórt arbeiðsloysi og minkandi virðisøking fyri alt samfelagið. Aling er ikki serlig í so máta. Kanska er tað lættari at hugsa, at nakað sovorðið kann henda í aling (sum tað hendi í 2003) enn at sjúkrahúsverkið lukkaði frá degi til dags.
Hans Ellefsen
Búskaparfrøðingur