Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Tróndur Dalsgarð

Laksur er Føroya olja

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.06.2024 - 10:27 Tíðindi Vinna

Danski journalisturin Emil Jørgensen var í Føroyum fyri at skriva um verkfallið, sum endaði rættiliga brádliga. Tí valdi hann í staðin at skriva um føroysku alivinnuna, ið hann er sterkt imponeraður og hugtikin av. Niðurstøðan er, at alivinnan kundi gjørt Føroyar fíggjarliga sjálvbjargnar. Um hon slapp. Her er grein hansara týdd til føroyskt, tó nakað stytt.

 

 

– »Ull er Føroya gull, sigur orðatakið, men í dag er ríkidømi Føroya svimjandi og glansar. Alivinnan forvinnur so nógv, at fleiri innflytarar ferðast til Føroya at knossast á alivirkjum. Stjórin á Bakkafrosti, laksakongurin Regin Jacobsen, sigur beint fram: – »Vit kundu klárað okkum uttan Danmark«. Fleiri milliardir koma upp úr firðinum, og laksurin er vorðin eitt veruligt gullnám fyri Føroyar, sum í dag hava hægri BTÚ enn Danmark. Orsøkin er alivinnan.

Tveir føroyskir menn súgva laksar í tíggjutúsundatali upp úr einum aliringi. Laksarnir verða sognir inn í eitt stórt rør, streyma inn í eina maskinu, sum avlívar teir, og síðani fara teir til eitt virki, har starvsfólk taka tarmar, nýru og hjørtu úr teimum, reinsa teir, pakka teir í kassar og útflyta teir til allan heimin. Tað tekur tvey og eitt hálvt ár at koma hartil, at laksarnir enda sínar dagar. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og námslektari á Fróðskaparsetrinum, sigur, at man væl kann siga, at laksar eru føroyska oljan.

Tríggjar stórar fyritøkur framleiða tilsamans 90.000 tons av laksi um árið, og tann størsta teirra, Bakkafrost, hevur hægri marknaðarvirði enn samlaða BTÚ’ið hjá Føroyum. – »Í Danmark gjørdu tey nógv burturúr, at marknaðarvirðið hjá Novo Nordisk fór upp um donsku bruttotjóðarúrtøkuna, og soleiðis hevur tað verið í Føroyum í eini fimm ár nú«, sigur Johnny í Grótinum, sum eisini er formaður í Búskaparráðnum og nevndarformaður í Landsbanka Føroya.

Sambært honum hevur alivinnan broytt Føroyar. Ein vælbjálvaður samfelagsbúskapur, nýggir loftvegir inn og úr Føroyum og vitanartung arbeiðspláss kunnu øll sporast aftur til laksarnar. Teir hava verið við til at gera tað gjørligt við undirsjóvartunlum og øðrum stórum íløgum. Laksarnir hava gjørt, at fátækir filippinarar koma til Føroya gjøgnum fast track-skipanina fyri at kryvja fisk, og føroyskir útisetar venda heim og seta búgv á oyggjunum, sum nú hýsa 54.000 íbúgvum.

 

[...]

 

Partabrævaævintýrið á Glyvrum

 

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, scrollar á telduni. Klokkan er 21, og summarsólin skínur inn gjøgnum vindeygað. Johnny leitar eftir partabrævakursum. Afturi í 2010 varð Bakkafrost børsnoterað í Keypsskálanum í Oslo. – »Tá var tað til kurs 31. Í dag er kursurin 567, og hann hevur verið oman fyri 700«, sigur Johnny í Grótinum. Marknaðarvirðið er 38 milliardir, fyritøkan hevur yvir 1.000 starvsfólk, og tey veita laksanøgdir, sum svarar til eina millión máltíðir – um dagin.

Frásøgnin er ein fitt familjukrýnika. Sum 16-ára gamal gjørdist Regin Jacobsen fíggjarstjóri í fyritøkuni hjá pápa sínum. Tá hann var 23, gjørdist hann stjóri. Á Glyvrum, ið er ein lítil bygd við 400 íbúgvum, hevur familjan Jacobsen búð síðani í 1600-talinum. Úr panoramavindeygunum á kontóri sínum, sum liggur við fjørðin sum forleinging av gráu betongmúrunum á laksavirkinum, sær stjórin yvir á barndómsheimið. Í dag er hann ein av teimum 100 ríkastu monnunum í danska ríkinum.

– »Men hendan familjufrásøgnin er bert lutvíst sonn«, sigur Johnny í Grótinum, og heldur fram: – »Tað mesta av fyritøkuni er átt av útlendskum pensjónsgrunnum og oljugrunnum. Norges Bank Investment Management er størsti partabrævaeigarin«, siger Johnny í Grótinum.

Hendan successin hevur fingið nøkur fólk til at sleingja orð sum “oligarkar” rundan um seg, og tað hevur skapt eitt kjak um loyvini á firðunum, sum alifyritøkurnar sambært hesum fólkunum fáa fyri lítið og lætt. Tað hevur eisini skapt eina kenslu av ójavna í føroyska samfelagnum, sum annars er heimsins minst ójavna land, um man mátar við GINI-koefficientinum. Ein kensla, sum sambært Johnny í Grótinum hevur ført til júst lidna verkfallið. Kortini himprast Johnny ikki við at kalla Bakkafrost fyri eina sólskinssøgu: »Eftir fáum árum eru Føroyar vorðnar eitt av ríkastu londunum í Europa. Og ein skal hugsa um, at tað eisini hevur skapt ein skóg av føroyskum undirveitarum«.

 

[...]

 

Laksakongurin

 

Á ovastu hædd í alifyritøkuni situr Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti. Hann tekur ímóti á síni skrivstovu. Stuttklipt, grátt hár, brillur uttan stell og í eini ljósabláari skjúrtu við logo fyritøkunnar á.

»Um tú hyggur søguliga at tí«, sigur Regin og byrjar at greiða frá um, tá føroyingar fóru frá landbúnaði til fiskivinnu fyri 150 árum síðani, »hevur størsti trupulleikin í Føroyum altíð verið, at vit ikki hava kunnað savnað saman kapital. Men vit bygdu stór alibrúk, har vit fingu skil á lívfrøðini, og síðani tá hava vit kunnað gjørt søguliga nógvar íløgur. Og eitt og hvørt land hevur tørv á einum lokomotivi, sum kann toga restina av tokinum«, sigur hann.

– »Tey seinastu 15 árini hava verið merkt av eini søguligari fíggjarligari uppgongd í Føroyum, og vit hava jú til dømis hægri BTÚ pr. íbúgva enn danir í dag«, heldur Regin fram, og kemur so við trumfinum,  sum allir føroyingar kenna: – »Vit kundu fyri tann saks skuld væl klárað okkum uttan nakað ískoyti frá Danmark.«

 

Regin Jacobsen, CEO Bakkafrost. Mynd Tróndur Dalsgarð

 

[...]

 

Og føroyskt fullveldi kemur innan fyri tíggju ár. Í øllum førum um ein spyr Poul Michelsen, fyrrverandi uttanríkis- og vinnumálaráðharra og borgarstjóra í Tórshavn. Síðani 1984 hevur Poul eisini verið riddari av Dannebrog. Tað var eisini Poul Michelsen, sum vardi rættin hjá Føroyum at víðka um handilssamstarvið við Russland, tá ES setti sanktiónir í verk. Eisini tað snúði seg – millum annað – um laks.

– »Ja, eg havi roynt eitt sindur av hvørjum«, sigur tann 79-ára gamli, tá ið hann í ullarhosum tekur ímóti í kjallaranum í miðbýnum í Havn, og heldur fram: »Skil meg rætt. Eg taki undir við ríkisfelagsskapinum. Men Føroyar skulu vera ein líkaverdur partnari. Vit skulu vera fullgildur limur av Norðurlandaráðnum«, sigur Poul, sum hann hevur sagt í fleiri áratíggju. Men aðrir flokkar hava flutt seg.

Laksurin kemur aftur her inn í myndina, tí um ein spyr Poul Michelsen um, hvat aliídnaðurin hevur at siga fyri dreymin um fullveldi, svarar hann: – »Alt.«. – »Prinsipielt hava vit fingið ein betri búskap enn Danmark. Stuðulin er minkaður næstan niður í null. Har er bert eitt lítið “men”: – »Um laksurin blívur burturi, verður tað katastrofalt«, sigur Poul at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024
- Høvdu hesir veggirnir kunnað talað
Jóla­heilsan frá Hav Saga
Jóla­heilsan frá Bourbon Topaz