Lýsing
Lýsing
Lýsing
Øll eru hjartaliga vælkomin í Varpið í dag, 21. november kl. 17.00! | Mynd: Dávur Winther

Norðoya Listafelag 40 ár

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  21.11.2025 - 07:35 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag verður hátíðarhald við framsýning, røðum og ábiti í forhøllini (Foyerini) í Varpinum kl. 17, har øll eru vælkomin.

Norðoya Listafelag varð stovnað í november 1985. Fyrsta framsýningin, sum felagið skipaði fyri, var í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu 1986.

Í ár eru so 40 ár liðin, síðani Norðoya Listafelag varð stovnað - og hevur ognað sær hópin av listaverkum, og verður í hesum sambandi skipað fyri móttøku og serstakari framsýning í Varpinum í dag, fríggjadagin 21. november kl. 17.00, har øll eru vælkomin. 

Framsýningin hongur uppi um vikuskiftið og eina viku fram.

SKRÁ:

- Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag og Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini bera fram røðu. 

- Heiðursframsýning fyri Hanusi G. Johansen, sála, við málningum og verkum eftir Archibald Black

- Tónleikainnsløg við Aldubáruni

- Framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen - (26. juni 1919 – 22. november 1995)

- Nýggj plakat av eini vatnlitsmynd hjá Elinborg Lützen er gjørd til høvið, og fæst hon til keyps fyri kr. 150,-.

- Kaffimunnur og okkurt søtt afturvið verður at fáa undir framsýningini

- Til ber at vitja inni í hølunum hjá Norðoya Listafelag, sum eru í kjllaranum í Varpinum, har felagið heldur til.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Varpið í dag, 21. november kl. 17.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…