Lýsing
Lýsing
Upptakt: KÍ-HB
Í dag verður stósteypdysturin leiktur á Tórsvølli.
KÍ hevur spælt stórsteypdyst fimm ferðir og harav vunnið tríggjar ferðir. Somu lið møttust í 2024, tá HB vann 3-2.
Hjá báðum liðum eru fleiri leikarar ivasamir. René Shaki er langtíðarskaddur, meðan ivamál er um Mark F. Jensen, Deni Pavlovic, Gilli R. Sørensen, Patrik Johannesen, Jonn Johannessen og Robert Williams. Hjá HB spældu Heðin Hansen, Amidou Diop og Jákup Thomsen ikki síðsta venjingardyst, meðan tveir nýggir álopskendir leikarar ikki eru kunngjørdir enn.
Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 17.00. Dómari verður Høgni Madsen.
Seinastu tíðindini