Sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond (6. partur)
Í 6. parti av hesari greinarøð verður heitt á SEV-stýrið um at gera eina kostnaðarmeting og eina royndarverkætlan við sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond.
Her verður farið aftur til, hvussu fyritreytirnar vóru, tá ið hesin samhaldsfasti kommunali felagsskapur, sum fekk navnið SEV, sá dagsins ljós, og um hvussu SEV bleiv útbygt og var einaráðandi sum el-framleiðari í Føroyum við vatn- og diesel-el-orku. Tað er eitt sonevnt ”monopol”, t.v.s. at SEV hevði einkarrætt at framleiða el-orku til okkum føroyingar.
Til broytingar, sum blíva gjørdar í 2007 av fyritreytum til el-framleiðslu her á landi frá landsins mynduleikum (Føroya Landstýri og Føroya Løgtingi), við einari nýggjari el-lóg, sum hevur ført til, at SEV fíggjarliga í dag er við at fara út av eggini, sum SEV-stjórin málbar seg í KvF tann 22. juli 2025.
Sum áður frágreitt í hesari greinarøð byrjar tann kommunala el-framleiðslan her á landi við Elverkinum í Botni í Suðuroy í 1921 (vatn-elverk). Elverkið á Rundingi í Tórshavn kom í 1921 (diesel-elverk) og Elverkið á Strond í Klaksvík 1931 (vatn-elverk).
Eftir seinna heimsbardaga kom dik á el-orkutørvin her í Føroyum, bæði til vinnulív og húsarhald. Hetta førdi til, at tær stóru bygdirnar fingu sær egið el-verk við dieselmotori og við egnum el-neti.
Hetta tyngdi sjálvandi um tann kommunala raksturin, og farið varð tí at tosa um at fáa ein samhaldsfastan kommunalan felagskap, sum kundi standa fyri, at allir føroyingar fingu gleði av hesari tøkni, sum var við at finna fótafesti her á landi.
Leggjast skal til merkis her, at landsins myndugleikar, Landsstýrið og Løgtingið, ongan áhuga vístu fyri hesari verkætlan og lótu alt upp til kommununar, herundir at fíggja og byggja upp henda stovn til at veita el-orku til allar føroyingar.
Skoytast skal uppí her, at landsins myndugleikar í 1906 yvirtóku eina privat rikna telefonlinju, sum gek frá Vestmanna til Tórshavnar, og settu á stovn Telefonverk
Føroya Løgtings, sum fer í holt við at fáa telefontøkni út til allar føroyingar.
Henda fyritøka eitur í dag Føroya Tele (FT), og eigur alt telefonnetið runt Føroyar, sum sostatt er landsins ogn, meðan SEV-elframleiðslukervið og el-netið er kommunal ogn.
Somuleiðis hevur hendan fyritøkan (FT) útbygt sítt virksemi við at leiga seg inn á satelittskipanir, so vit føroyingar nú kunnu tosa við hvønn annan, og síggja myndir av okkara kæru, í so at siga hvørjum landi á hesari klótu.
Sum so ofta vóru tær føroysku kommununar ikki á einum máli um, hvussu farast skuldi fram at útbyggja el-orku her á landi. Tær størru kommunurnar, sum høvdu sítt egna el-verk og el-net, skuldu eftir hesum samhaldsfasta modellinum nú eisini betala fyri, at Fugloy og Mykines kundi fáa el-orku.
Henda ósemja førdi til, at kommunalar kreftir í teimum flestu bygdunum í Streymoy, Eysturoy og Vágum tóku seg saman og tann 1. oktobur 1946 settu á stovn ein samhaldsfastan kommunalan felagsskap, sum skuldi tryggja, at tær 19 kommunurnar á hesum oyggjum fingu atgongd til el-orku. Hesin felagskapur fekk navn eftir forbókstavum á teimun trimum oyggjunum, og bleiv tað til SEV.
Byrjanin var tung. Fyri at fáa pening at arbeiða við bleiv samtykt, at hvør kommuna skuldi gjalda eitt eingangsgjald upp á 50,- kr. pr. borgara, og at hesi gjøld fullu til gjaldingar í 1946-1948 til SEV.
Samtykt varð eisini, at felagið SEV skuldi stýrast av einari umboðsnevnd, sum tá hevði 19 limir. Á stovningarfundi bleiv eisini samtykt, at SEV skuldi hava eina stýrisnevnd við 7 limum, sum saman við stjóranum skuldi hava rakstur av SEV um hendi.
Á stovningarfundi tann 1. oktober í 1946 blivu tveir makantir persónar valdir, sum komu at stýra og mynda SEV í mong ár. Til formann í umboðsnevnd, sum taldi 19 limir, bleiv valdur Jóan Pauli Gregersen úr Syðrugøtu, og hann sat sum formaður frá 1946 til 1963; í samfull 17 ár.
Til formann í SEV-stýrisnevnd, sum taldi 7 limir, bleiv valdur Gunnar Dahl Olsen, sum var borgarstjóri í Vestmanna; hann er føddur suðuri í Vági. Hann sat sum formaður frá 1946 til 1975; í samfull 29 ár.
Ein triði persónur, sum kom at mynda SEV-leiðsluna í mong ár, var Hjalgrím Winther, sum kom úr Klaksvík og gjørdist fyrsti stjóri í SEV. Hann sat í hesum starvi frá 1953 til 1983; í samfull 30 ár. Hjalgrím var útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur.
Hetta toymið – Jóan Pauli, Gunnar og Hjálgrím – vóru óvanliga virkisfúsir, og hava æruna av, at allar Føroyar í dag eru uppi í hesum samhaldsfasta felagskapinum, SEV, sum er ogn hjá øllum føroyingum. Hetta toymið setti sær fyri frá fysta degi, at:
a) fáa el-orku út til hvønn krók (bygd) í Føroyum.
b) veita bíliga, samhaldsfasta el-orku, til allar føroyingar.
Tann 14. juni 1951 var komið so langt, at arbeiðið við vatnbyrgingar í Vestmanna kundi fara í gongd, og sum danska fyritøkan Højgaard & Schultz stóð fyri. Til at skipa fyri tí tekniska varð heitt á donsku fyritøkuna P. A. Pedersen.
Tann 5. mai 1954 var ein stórur hátíðardagur í Vestmanna, tí nú skuldi tað nýggja Fossanes vatn-elverkið takast í nýtslu hjá SEV og veita el-orku. Ferðamannaskipið Tjaldur kom henda dag flaggskrýtt á Vestmanna, við umboðum fyri kommunur í SEV, Landstýrið, Løgtingið, og eisini komu gestir úr Danmark. Um kvøldið bleiv hildin stór veitsla í nýggja Vestmanna Skúla fyri 220 gestum.
Aftaná 8 ár av fyrireikingararbeiði o.a. kundi SEV í 1954 fara undir el-framleiðslu úr vatni í Vestmanna og við diesel-elverkum í teimum 19 kommununum, sum vóru ognarar av SEV.
Aðaltankin aftan fyri SEV var at fáa allar kommunur í Føroyum upp í henda samhaldsfasta felagsskap. Tær stóru kommunurnar Tórshavn, Klaksvík og allar kommunurnar í Suðuroy, komu upp í SEV í 1963. Tær smáu kommunurnar komu uppí SEV, so hvørt sum hesin stovnur kom til teirra øki.
Ikki óvæntað bleiv tað Kunoyar kommuna, sum bleiv tann seinasta av teimum lítlu kommununum í Føroyum, sum fekk síni limaviðurskiftir í ordan við SEV í 1994. Tó hevði kommunan síðani 1978 verið knýtt upp í SEV-netið, tá ið luftlinja bleiv spent frá Kunoy yvir á Kallsoy.
Tann 19. september í 1970 bleiv SEV-ljós tendrað í bygdini Múla sum tí seinastu, og nú var SEV komið út til hvønn krók á Føroya landi. Ein stór veitsla bleiv í hesum sambandi hildin í Ítróttarhøllini í Klaksvík, har tað bleiv hátíðarhildið, at nú lýsti SEV-ljós yvir alt landið 24 ár eftir, at SEV varð stovnað, og 16 ár eftir, at SEV hevði framleitt sín fyrsta kilowatttíma av el-orku.
Eg havi skrivað hetta um, hvussu SEV bleiv til og útbygt, tí eg havi varhugan av, at tað unga ættarliðið, og fyri so vítt tann vanligi føroyingurin, kennir ikki nógv til henda samhaldsfasta kommunala felagskap, sum vit øll eiga.
Vit fara øll upp at gartera, tá ið SEV-ljósið blívur burtur, og telja minuttirnar, til ljósið kemur aftur. Hetta vísir bara hvussu óunnveriligur hesin stovnur er í okkara samfelagi.
Eg fari til seinast at umskriva orðini hjá Cato eitt sindur og siga: ”Eg haldi, at SEV-stýrið eigur at gera eina sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond”.