Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valrætt á Vanganum – ella beinleiðis hjá kommununi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  27.02.2026 - 16:30 Tíðindaskriv

Ert tú lesandi uttanlands?

 

Val er útskrivað, og sum lesandi uttanlands hevur tú valrætt til Løgtingsvalið.

Fyri at koma á vallistan sum lesandi uttanlands, skalt tú lúka hesar treytir:

Bústaðarkrav: tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásett/ur í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meir enn 8 ár.
Tú ert uttanlands í lestrarørindum

 

Soleiðis gert tú

Tú søkir um at sleppa á vallistan í tí kommunu, har tú seinast var skrásett/ur í landsfólkayvirlitinum. Fleiri kommunur hava sjálvgreiðslu á Vanganum, har tú kanst søkja um at fáa valrætt á Vanganum.

 

  • Rita inn á Vangan
  • Vel ta kommunu, tú búði í, áðrenn tú flutti uttanlands
  • Søk um atkvøðurætt til Løgtingsval
  • Um tín kommuna ikki er á Vanganum, skalt tú venda tær til kommunuskrivstovuna um at fáa atkvøðurætt til Løgtingsvalið. 

 

Freistin at søkja er 5. mars 2026

Gev gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um upptøku á vallistan. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.

Les meira um reglurnar í kunngerðini í  leinkinum niðanfyri:

Kunngerð um upptøku á vallista av persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Kunngerð um val til Fólka­tingið í Føroyu…
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til…
Eins og var Mikines á Skúlatrøð
Nýtt vinnu- og mentanarøki við Teistatan…
Reinsiverkið á Hellisenda skal gerast li…
UPPHAV í neystinum
Ábyrgdin á tínum herðum
Góð gongd í 2025