Ábyrgdin á tínum herðum
Eftir góð 3 ár við eini vinstrastjórn í Føroyum eru tað fleiri, sum halda, at tað almenna hevur ábyrgdina fyri tilveru og vælferð hinst einstaka. At tað almenna skal tryggja fólki tak yvir høvdið, fíggjarligt lívsgrundarlag og annað mangt. Hetta er skeiv hugsan, tí tað almenna má ongantíð taka ábyrgdina fyri tilveruni frá einstaklinginum. Tað almenna skal bara traðka til, har fólk ikki megna sjálvi vegna skerdar førleikar.
Ábyrgdin fyri egnum lívi liggur í hondunum á hvørjum einstøkum. Tí eigur lóggávan at tryggja hinum einstaka persónligt frælsi, sum elur ábyrgdarkenslu og framburð. Vit hava ov nógva lóggávu, sum ger seg inn á sjálvræði hins einstaka. Fremsta lóggávuuppgávan er at tryggja, at ein og hvør kann liva sítt lív eftir egnum evnum við fyriliti fyri felagsskapinum.
- Tað skal vera lætt og einfalt at liva og virka í Føroyum.
- Tað skal vera lætt og einfalt at vera barnafamilja.
- Tað skal vera lætt og einfalt at seta búgv.
- Tað skal vera lætt og einfalt at reka fyritøku.
- Tað skal vera lætt og einfalt at reka frítíðarvirksemi og felagsskap.
- Tað skal vera lætt og einfalt at arbeiða uttanlands.
- Tað skal vera lætt og einfalt at vera undir almennari fyriskipan vegna skerdan førleika.
- Tað skal vera lætt og einfalt at vera pensionistur.
Vónin er, at ein komandi stjórn fer at lóggeva soleiðis, at ábyrgdin ikki verður tikin frá fólki at skapa sær eydnuna góða. Tá er vandi fyri, at landskassin hoknar undir byrðuni.
Bill Justinussen