Jeg hvakk eitt sindur við
Samgongan er farin í søguna, og løgmaður hevur skrivað út nýval at vera 26. mars. Sirið Stenberg setir her orð á sína reaktión upp á tað og upp á ósemjuna, ið førdi til avgerð løgmans. Eisini setir hon orð á Suðuroyartunnilsmálið og pensjónsmálið, sum hon væntar má takast fram aftur.
– ”Jeg hvakk eitt sindur við, tí jeg visti slett ikki av tí, men okur vita gott, at tað hevur verið nokkso buldraligt teir síðstu dagarnar. Okurt hava kortini tosað rættiliga nógv saman síðstu dagarnar og roynt at fingið tað at ganga, og okur hildu tað fara at ganga, men hetta er nakað, sum løgmaður avger. Jeg vil takka honum fyri eitt gott samstarv. Jeg eri ordiliga glað fyri, at Suðuroyartunnilin bleiv samtyktur, tí tað hevur alt at siga fyri lívsvónina í Suðuroy”, sigur Sirið Stenberg, áðrenn prátið kemur inn á ósemjuna, ið førdi til slitið:
– ”Jeg haldi ikki, at man kann siga, at tað bara vóru Javnaðarflokkurin og Framsókn, sum vóru ósamdir. Í einum samstarvi hava allir partar altíð ábyrgd fyri at fáa samstarvið at glíða. Okur megnaðu ikki at loysa haldførisavbjóðingina, og næsta samgongan má taka málið um pensjónsaldurshækkingina fram aftur og hyggja at, hvat kann gerast. Okur kunnu ikki koyra víðari, sum um ongar avbjóðingar eru.”, sigur hon, og so skal tað snúgva seg um komandi valstríðið:
– ”Okur eru altíð klár til val, og okur fara at gera alt fyri at sleppa í samgongu. Okur fara serliga til valg uppá hesa tjóðarsemjuna, okur hava fingið um at gerast eitt sjálvstøðugt land – tað hevur alt at siga fyri okum at arbeiða víðari við tí. Og so eru tað eisini tey tingini, ið hava við livikorini hjá fólki at gera, t.v.s. at gera nakað við íbúðarneyðina, heilsuverkið og almannaverkið, so tað tað er meira enn nokk at fara til val uppá – eisini fleiri góð mál, sum skuldu havt verið samtykt, men sum vit nú mugu taka afturíaftur”, sigur forkvinnan í Tjóðveldi.
Spurd um fiskivinnu og Russlandssáttmálan sigur hon, at tað verður eisini tikið við, og sigur, at tað var gott, at tey funnu eina javnvág millum at fáa eina fiskiveiðiavtalu í lag og kortini settu nakrar sanktiónir í verk, og av tí at tað hevur havt breiða undirtøku í Løgtinginum heldur hon tað vera eina gongda leið eisini framyvir.