Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein avtala fyri ófødda barnið

SKRIVAÐ: Miðflokkurin  |  25.02.2026 - 15:52 Politikkur Tíðindaskriv

Týsmorgunin í farnu viku gjørdu formenninir í Miðflokkinum og Javnaðarflokkinum avtalu um fløktu politisku støðuna. Vóru júst tá komnir framvið Dalsfles á veg av fundinum í Salt um undirsjóvartunnilin.

 

Avtalan, sum kvøldið eftir varð staðfest av floksnevnd Miðfloksins, hevði við sær:

 

· at Miðflokkurin fór at atkvøða fyri uppskotinum um fyrireiking v.m. av undirsjóvartunnlinum til Suðuroyar.

· at uppskotið um hækkan av pensónsaldrinum ikki fór at verða samtykt.

· og at val til Løgtingið skuldi útskrivast, so skjótt tunnilsuppskotið var samtykt á Løgtingi.

 

Leiðin hjá avtaluni gjørdist tó trupul, fyri Javnaðarflokkin í vikuskiftinum og fyri Miðflokkin mánadagin. Men báðir partar hildu, tá á stóð, fast við hana, og kunnu tí í dag seta øll trý avtalupunktini á avrikslistan.

Men harumframt kann Miðflokkurin leggja tað fjóðra, og fyri okkum frá avtaludegnum týdningarmesta málið, afturat. Tí avtalan ger, at hvør einasti føroyingur, við atkvøðu sínari til løgtingsvalið, fær møguleika at vísa ófødda barninum sín fulla stuðul, soleiðis at uppskot deyðans, sum samtykt varð skal setast í gildi 1. juli, kann verða tikið av borðinum.

 

Vegna Miðflokkin

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður

Jenis Kristian av Rana, floksformaður

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg eri klár til valstríðið!
Ruth Vang: Eg føli meg snýtta
Aðalfundur hjá MEGD verður á Hotel Føro…
Fann skyldkonu á Torradøgunum
Tað gjørdist truplari og truplari at hav…
Álitið millum samgongupartnarar­nir var r…
Ein avtala fyri ófødda barnið
Pensjónsaldu­rin hækkar ikki til 69 ár
Uppskotið um Suðuroyar­tunnil samtykt - n…
Mentan­argrunnur Landsins
Fyrstu AHM'arar fingu handað prógv
Broytingar­uppskot um báðar linjufør­ingar…
Hugni aðalfund í Smæruni
Tónlista­skúlin Torramatinée í Christians…
37 tíma arbeiðsvikan: Nú skulu Javnaðarf…
Tingfundu­rin er byrjaður - tikin upp aft…
Samgonguslit: Javnaðar­flokku­rin hevði tí…
Hvar bleiv meirilutin av?
Hiddenfjord á væleydnaðari messu í Týskl…
Søluprísu­rin fyri sjógvhita lækkar við n…