Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bikarið var fult, heldur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. | Mynd: Egin mynd.

Vit í Javnaðarflokkinum skylda ikki Framsókn nakað sum helst

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.02.2026 - 18:33 Politikkur Tíðindi

Jóhannis Joensen sigur, at tey í Javnaðarflokkinum høvdu gjørt nakrar avtalur, sum ikki blivu hildnar, og tí var onki eftir at samstarva um. Tað vóru millum aðrir hann og Uni Holm Johannesen, sum kravdu, at nýval varð útskrivað.

– ”Vit hildu, at nú var nokk. Eg og Uni Holm Johannesen tosaðu um tað tveir teir undanfarnu dagarnar, og vit vóru púra samdir um, at her var ikki meira at samstarva um. Vit vildu ikki koyra pensiónsmálið ígjøgnum, og tað bleiv so ein semja í flokkinum at gera tað upp á hendan mátan”, sigur hann, og leggur afturat, tá hann verður spurdur um, hví tey ikki fráboðaðu Framsókn tað fyrst, at:

– ”Eg haldi ikki, at vit í Javnaðarflokkinum skylda Framsókn nakað sum helst, so hetta var ein fínur máti at gera tað uppá”.

Avtalurnar, Jóhannis Joensen sipar til, vóru tær um, at samgongan skuldi bera bæði málið um at fyrireika, projektera og útbjóða Suðuroyartunnilin, sum løgmaður og formaðurin í Javnaðarflokkinum hevði lagt fyri tingið, og málið um at hækka pensjónsaldurin upp í 69 ár, sum var ein treyt frá Framsókn.

Til 2. viðgerð mánadagin hildu javnaðarfólkini orð og atkvøddu fyri báðum málunum, meðan 2 av 3 framsóknartingfólkum einans atkvøddu fyri at hækka pensjónsaldurin og ímóti uppskotinum frá løgmanni, ið eisini er formaður Javnaðarfloksins.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Lýsing