UPPHAV í neystinum
Fríggjakvøldið 27. februar kl. 18, verður ein serligur leikur, UPPHAV á einum serligum staði – Í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Tveir bátar úr Hesti gingu 1. apríl í 1919 burtur. Eitt seksmannafar og eitt fýramannafar. Ellivu mans sjólótust.
Einrøðuleikurin, UPPHAV fortelur okkum søguna um gerandislív og kor í Hesti hetta tíðarskeiðið - søguna um menn, kvinnur og børn, sum sorgbitin fóta sær eftir syndarligu bátsvanlukkurnar.
Leikari er Gunnvá Zachariasen, sum er ættað úr Heysti.
Eftir framsýningina bjóðar Klaksvíkar Róðrarfelag øllum áskoðarum leskiliga fiskasuppu í kaffistovuni.
Leikurin verður sýndur í bátahøllini í neystinum, har pláss er fyri 60 áskoðarum.
Atgongumerki kunnu keypast her: https://tvazz.atgongumerki.fo/webshop/event/3565939/order/main
Hugskot, stigtakan, sjónleikur og leikrit: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn, leikrit og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard
Kompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð
Visuelt design: Silje Grimstad
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Leikhús Skift
Fríggjakvøldið 27. februar kl. 18.00
Neystið við Sandin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag