Lýsing
Lýsing
Lýsing

KJ umvælt dekskrana umborð á Polar Princess

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.07.2024 - 17:09 Tíðindi Vinna

Fríggjadagin umvældu mekanikarar hjá KJ dekskranan umborð á Grønlendska skipinum Polar Princess.  Polar Princess er heimahoyrandi í Nuuk og tað er Polar Seafood í Grønlandi sum eigur skipið. Stutt um skipið kann sigast at tað er bygt á Orskov Yard í Fredrikshavn í Danmark í 2000, og tað er 87m langt, 15m breitt og hevur eina bruttotonasju á 3787 tons.

 

 
Polar Princess kom inn á Kollafjørð frá fiskiskapi fríggjamorgunin 19. juli, og síðani skuldi berast skjótt at við umvælingini. Svingkransurin og svinggearini skuldu skiftast á dekskrananum, og tí var neyðugt at lyfta tons 12 tons tunga dekskranan av pedistalinum ímeðan arbeiðið varð gjørt. Hetta varð gjørt við tveimum stórum Palfinger kranum. Ein triðji Palfinger krani varð brúktur til at lyfta svingkransin og aðra útgerð umborð. Umframt hetta var vóru allir ventilar á dekskrananum skiftir og annað viðlíkahald eisini framt umborð á skipinum. 

Bogi Johannesen, eftirlitsmaður hjá Polar Seafood, sigur, at “arbeiðið gekk sera væl, og vit eru sera væl nøgdir við tænastuna frá KJ. Tað tók áleið 10 tímar at umvæla dekskranan, og skipið loysti av Kollafirði áleið k. 19:00 fríggjakvøldið.” 

KJ hevur eitt álítandi toymi av dugnaligum mekanikarum, ið eru klárir alt samdøgrið, veri tað seg viðlíkahald ella umvæling av mekaniskari ella hydrauliskari útgerð ella skipanum. Felagið hevur eisini eitt toymi av góðkendum sýnsfólkum, ið kunnu sýna bæði bjargingarbátar, davidar og kranar. 

Sí fleiri myndir her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…