Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tá Føroyar gjørdust 1 valdømi, varð stúrt fyri, at valdið fór at miðsavnast í Suðurstreymoy. Sitandi landsstýrismanning er prógv um, at dapri spádómurin gekk út - 7 av teimum 9 landsstýrisfólkunum (78%) búgva í Suðurstreymoy | Mynd: logmansskrivstovan.fo

Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við endurtøkum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.07.2024 - 12:00 Leiðarin Politikkur

Sambært Stýriskipanarlógini skal løgmaður á hvørjum ári greiða Løgtinginum frá, hvussu støðan í Føroyum er undir landsins stýri. Hetta verður gjørt í ólavsøkurøðuni. Sitandi samgonguflokkar fóru til val uppá, og vórðu valdir uppá, lyfti um haldføran búskap, avlop í almennu fíggjarstýringini, lønarlyft innan vælferðarstørv, lætta um gerandisdagin, grønt orkuskifti, styrkt kappingarføri hjá vinnum, betri útbúgvingarmøguleikum og øðrum. Men hvussu hevur hildnast?

 

 

Stevið í samgonguni hevur ikki verið gott. Beinanvegin samgongan varð stovnað, mátti løgmaður seta samferðslumálaráðharran upp á pláss um Suðuroyartunnilin. Mest grella dømið var, tá ⅔ av Framsókn atkvøddu ímóti egnum landsstýrismanni og fingu harvið hansara uppskot felt. Eisini hin ⅓ av sama flokki hevur verið úti og hótt við misáliti og hóttir nú aftur við ikki at atkvøða fyri eykajáttan. Og løgmaður setti eisini fíggjarmálaráðfrúnna upp á pláss í verkfallinum herfyri.

Men samgongan hevur hildið onkur vallyfti. Til dømis tað um lønarlyft til útvaldar bólkar; har hava heilsurøktarar, heilsuhjálparar og námsfrøðingar fingið eitt lyft. Løgið var tó, at sjúkrasystrarnar vórðu frávaldar, og tað var uttan iva ein viðvirkandi orsøk til drúgva verkfallið í fjør, har samgongan fór inn og lóggav fólk aftur til arbeiðis; nakað sum heilt greitt var eitt álitisbrot millum serliga Javnaðarflokkin og arbeiðarastættina. Men rætt skal vera rætt – lønarlyftið varð hildið.

Á útbúgvingarøkinum er eisini líkt til, at samgongan leverar. Djóni Nolsøe Joensen hevur verið rættiliga virkin og sjónligur, og ætlanirnar um universitetscampus eru komnar væl áleiðis, eins og um undirvísing í føroyskum av útlendingum við øðrum móðurmáli. Og Føroyar hava eisini fingið eina nýggja kokkaútbúgving undir hesum Landsstýrinum.

Tað er so sum so við lyftinum um Grøna orkuskiftið. Langt er í øllum førum eftir á mál, og ætlanin hevur fingið eitt stórt bakkast við, at pumpuskipanin í Vestmannasundi varð av ongum. Prosenttalið av elbilum í føroysku bilparkini var í 2023 seks prosent og er higartil í 2024 sjey prosent. Tað er gamaní ein lítil framgongd, men vit eru langt aftanfyri eitt nú Noreg og nakað aftanfyri Danmark. Her hevur samgongan tosað um at brúka pískin heldur enn gularótina, nevniliga við at seta forboð, og tað bendir á, at frustratión ger seg galdandi í Landsstýrinum. Tað er sjáldan fruktagott.

Samstundis síggja vit, at ein alifyritøka, Hiddenfjord, leggur um til sólorku í stóran stíl, og hevur yvirhálað Landsstýrið á grøna økinum. Men reaktiónin, fyritøkan fekk, var, at tað undirminerar solidarisku skipanina, um fyritøkan ikki longur fer at gjalda líka stórar elrokningar?!?

Nógv verri stendur tó til við lyftinum um haldføran búskap og avlop. Hóast hákonjunktur og harvið bestu fortreytir fyri avlopi á fíggjarlógini, vísir landskassaroknskapurin fyri 2023 eitt hall upp á knappa hálva milliard. Ítøkiliga 426.126.265 krónur í minus. Búskaparráðið skrivar, at ”Úrslitini staðfesta, at politiska skipanin framvegis ikki megnar at halda aftur við útreiðsluvøkstri í góðum tíðum”.

Taka vit lyftið um at lætta um gerandisdagin hjá føroyingum, so má bara staðfestast, at tað ikki hevur eydnast samgonguni (um hon hevur roynt). Prísvøksturin heldur á, og tað er bara blivið dýrari at búgva í Føroyum. Hetta hongur helst saman við omanfyristandandi, sum Búskaparráðið sigur um, at samgongan ikki er før fyri at halda aftur við útreiðsluvøkstri.

Hvat viðvíkir kappingarførinum hjá vinnuni og fríhandilsavtalur, so er ilt at síggja, at nakað er hent rætta vegin. Samgongan hevur tvørturímóti økt tøkugjøldini á alivinnuna; nakað sum gjørdi, at íløgurnar hjá Bakkafrosti í Føroyum minkaðu og tær í Skotlandi vuksu. Har hevur samgongan við sínum tøkugjaldspolitikki gjørt Føroyar minni kappingarførar mótvegis Skotlandi. Og mong munnu eftirspyrja, hvar handilsavtalan við ES blívur av. ”Arbeitt verður við málinum” hevur ljóðað í mong, mong ár, men enn fattast úrslit av hesum arbeiði. Sambært Altinget.dk í desember 2023 høvdu tá bert verið 3 fundir í 6 ár um handilsavtalu millum Føroyar og ES.

Sum heild mugu vit tí vænta, at løgmaður fer stillisliga um hurðarnar í ólavsøkurøðuni, tá ið tað kemur til avrikslista í mun til vallyfti og samgonguskjalið. Okkurt er hildið, men tað nógva er higartil ikki blivið til annað og meira enn orð, og nógv er enntá versnað. Tí skulu vit rokna við eini framat-rættaðari ólavsøkurøðu, har givnu lyftini verða endurtikin sum nakað ”arbeitt verður við”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu