Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vita um tit kenna onkran á myndini :) | Mynd: Jóhann Lützen

Nógvir fjepparar í Malmø

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.07.2024 - 10:41 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

KÍ fjeppararnir høvdu løgreglufylgi við á Eleda Stadion í gjár. Við trummum og sangi hoyrdist teir kring býin.

 

KÍ fjepparar finnast undir hvørjum steini. Stuttligt er at uppliva hvussu KÍ savnar ikki bara Klaksvíkingar og Norðoyingar, men Føroyingar um fótbóltsleikin.

KÍ fjeppararnir skipaðu fyri felags tiltaki á torginum beint uttanfyri Hotel Quality View í Malmø. Tá klokkan slóð 17.30 gjørdi Palli Ziskason eitt gallróp og so varð friður. Hann greiddi frá at KÍ-gongan skuldi marsjerað inn á stadion við løgreglufylgi. Palli Ziskason hevur tittulin SLO, t.e Supporter Liaison Officer, ið merkir at hann er bindiliði millum fjeppararnar og myndugleikar av ymsum slagi. 

Um vit halda okkum til tey innføddu fyrst, so vóru tað sjálvsagt tey sum høvdu bílagt sær beinleiðis fer úr Føroyum at fylgja við KÍ. Men eisini fjepparar, sum annars vóru í feriu í nærheitini av Malmø, løgdu leiðina framvið. Fleiri KÍ fjepparar í útlegd vóru eisini at síggja. Fróði Lassen mundi verða aldursforseti, hann er m.a kendur sum tannlækni í Klaksvík. Hann býr í Malmø og var við til dystin. Vit sóu eisini HB fjepparar umframt onkrar føroyskar hondbóltshetjur. Ein deilig gonga! 

Og so sjálvandi øll sum fylgja við í sjónvarpi og sosialu miðlunum kring allan knøttin. 

Úrsltið á vøllinum var einki at reypa av, men leikararnir komu út at takka fjepparunum fyri treytaleysa stuðulin eftir dystin. 

Alt spældi væl av, friður valdaði so løgreglufólkini høvdu ikki stórvegis at gera. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jesper Theilgaard í Varpinum
Matstovur­nar í Torravikuni
Torrablaðið á gøtuni í morgin
Klaksvíkar sjónleikara­felag hevur aðalfu…
239.705 krónur til børnini
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin mug…
Seinna hálvfinalan í steypakappingini
Bøndur ónøgdir á annars væleydnaðari Bún…
Fiski­vinnu­politikku­rin hjá Dennis hevur…
Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast…
Burðardygd ein sjálvsagdur partur av fis…
At vera Vera
Myndarøð: Búnaðarstevnan
KÍ vann 3-1 í Gundadali
Nógv fólk á Búnaðarstevnuni
Norðlýsið upp á gólv
Bryan Adams Við Tjarnir
KÍ spælir í Havn leygar­dagin
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Veitslubumban Zak og Sandro á Tórsfest 2…