Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikar

SKRIVAÐ: Terja Ósá Sivertsen  |  28.10.2024 - 11:00 Politikkur Tíðindaskriv

Vit øll skulu kunna kalla Klaksvíkina okkara heim

 

 

 

Bústaðartrupulleikin í Klaksvík er vaksin sera nógv seinnu árini. Alsamt fleiri leita sær eftir bústaði, og fleiri finna einki ella enda við at gjalda ovurhonds høgan prís.

Hetta má broytast!

 

Vanligar leiguíbúðir í Klaksvík:

Av tí, at eftirspurningurin er so stórur, so kemur tað fyri, at fólk verða noydd at rýma úr Klaksvík ella gjalda meir fyri tak yvir høvdið enn tey í veruleikanum hava ráð til.

Kommunan hevur ikki heimild einsamøll, til at byggja bústaðir til vanliga borgaran, men tó kann kommunan samarbeiða við Bústaðir og privatar fyritøkur. Og á tann hátt fáa vanligar leiguíbúðir bygdar. Eg vil meta, at tørvurin er so mikið átrokandi, at eg vil arbeiða fyri, at hetta samstarv kemur í lag sum skjótast.

Íbúðirnar noyðast ikki at vera luksusíbúðir, sum borgarin skal gjalda ovurhonds høgan prís fyri. Hetta skulu vera væl gjørdar og fjølbroyttar íbúðir, sum skulu klára at rúma einstaklingum, pørum, smáum og stórum familjum fyri sámuligan prís.

 

Eldraíbúðir til 60+:

Kommunan hevur heimild til at byggja eldraíbúðir.

Eldri fólk skulu hava møguleika at búseta seg í eini minni íbúð, um tey ynskja tað, har prísurin skal rúma einum, sum livir av eftirløn.

Tað er ein fyrimunur, bæði fyri tey eldru og tey ungu, at byggja eldraíbúðir:

Tað er ymiskt, hvussu okkara eldru borgarar eru fyri, so bústaðurin skal vera bygdur við øllum hentleikum, sum tey møguliga kunnu fáa tørv á.

Hetta gevur borgaranum møguleika at selja síni egnu hús, og á tann hátt verður útboðið av bústøðum økt.

Alt hetta hevur skund at fáa framt í Klaksvík. Nú er koyrandi meginpartin av landinum. Og bústaðartrupulleikin í Klaksvík skal ikki vera orsøkin til, at fólk velja at venda sær aðrastaðni í Føroyum ella uttanlanda at búgva.

Vit øll skulu kunna kalla Klaksvíkina okkara heim.

 

Terja Ósá Sivertsen

Valevni fyri javnaðarflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Móttøka á Klaksvíkar Heilsølu
Ferðavinnan: Mimmy Vágsheyg ársins eldsá…
Tíðin er komin til Fríðin
Góð ellisár
Eg ynski tykkara hjálp at halda fram sum…
Huus kemur til Hús
Skilagóð fíggjarstýring og gjøgnumskygni
SAVNSDAGUR Á SANDI
Epli og røtur av Sandi
Løgtingsval, Fólka­tingsval ella Kommunuv…
Búfólk á røktarheimi skulu hava eitt vir…
Betri ferðslu­mynstur í Klaksvík
Húsið og Listarok
Vit skula savnað spjaddu hjálpina
Lønarviðurskift­ini orsøk til at kvinnur…
Hava politikarar gloymt demensøkið?
50 ára starvsdagur - Móttøka
Javnaðar­flokku­rin valt lands­stýris­fólk
Fólka­flokskafé í Skálanum
Tilflytarar í Klaksvík – Ein inklusiv ko…
Lýsing