Vit skulu vera góð við Norðoya Bjargingarfelag
Tað snýr seg ikki um, at kommunalpolitikkarin skal koma við million-dollar-hugskotum, men at lurta eftir, hvønn tørv tey í Norðoya Bjargingarfelag hava. Hetta lovi eg, við trú og heiður, at eg fari at gera, verði eg valdur í Klaksvíkar býráð
20. januar 1961, bleiv John F. Kennedy innsettur sum 35. forseti í USA. Í síni innsetingarrøðu legði hann stóran dent á týdningin, at tann einstaki amerikanarin kom við íkasti til samfelagið. Hansara orð “Spyr ikki, hvat títt land kann gera fyri teg – spyr, hvat tú kanst gera fyri land títt!” standa sum ein grundarsteinur undir vælferðarsamfelagnum, sum vit so mangan kenna tað í dag.
Tá eg hugsi um Norðoya Bjargingarfelag, koma orðini hjá Kennedy forseta mær til hugs. Norðoya Bjargingarfelag spyr ikki, hvat landið kann gera fyri tey – men hvat tey kunnu gera fyri landið. Tey ansa eftir okkum – sama hvat tíð á degnum tað er. Sjálvur eri eg ómetaliga takksamur, at eg havi havt tann framíhjárætt, at verið ambulansahjálpari, vakt og tiltakslimur í felagnum. Sanniliga vendir teirra innsatsur ikki tómur aftur.
Verða tey í Norðoya Bjargingarfelag hoyrd?
Tað kann ikki vera rætt, at tankarnir sum hava verið frammi, ikki verða avgreiddir saman við fólkunum, sum dag og dagliga stríðast fyri fólksins ágóða í Norðoya Bjargingarfelag.
Á býráðsfundi hevur áður verið nevnt, at har skuldi fyllast út niðanfyri brandstøðina, so felagið kundi fáa hølir har. Hetta bar ikki á mál.
Eisini er áður nevnt at felagið kann fáa part í nýggja vinnuøkinum á Borðoyavík, men tað gevur onga meining – og tá er helst líka frægt at fara til Leirvíkar.
Bjargingarfelagið er eisini spurt um tað ikki hevði verið fínt, um øll gamla brandstøðin varð latin teimum. Hetta er mitt í býnum, beint við kirkjuna. Har er ov trongligt rundanum brandstøðina, tí er tað trupult at rykkja út við øllum teirra, tá uppgávur skulu loysast.
Hví lurta vit ikki eftir teimum?
Helst er Norðoya Bjargingarfelag millum teir felagsskapir, ið eru mest takksamir. Felagið hevur leigað ein part av brandstøðini, umframt gomlu havnarskrivstovuni, fyri symbolskar upphæddir. Tó so, so rindar Norðoya Bjargingarfelag í dag ein part av oljuni á brandstøðini, hóast felagið nærum onki brúkar av henni – tí felagið hevur eina garasju, sum er uttan hita.
Gamla havnarskrivstovan er skinklut og treingir harðliga til ábøtur. Tað, sum er viðlíkahildið inni har, hava tey sjálvi gjørt – tó undantikið takið – og goldið fyri.
Kommunan letur ikki havnapláss
Tað er ikki av kommununnar vælvild, at havnapláss verður “latið” Norðoya Bjargingarfelag. Tað er sambært lóg krav, at bjargingarbátar fáa ókeypis pláss.
Ongin stuðul frá Klaksvíkar kommunu táið nýggi Ziska varð keyptur
Tá Norðoya Bjargingarfelag, sum ikki krevur nakað nevnisvert, spurdi um stuðul til keyp av M/B Ziska, bjargingarbátinum, fekk felagið onki svar. Jú, váttan um móttøku av teldupostinum – eitt málsnummar varð útflýggjað og ein málsviðgeri varð tilknýttur. Men í øllum virrevarinum í almennum skrivstovuveldi, datt hesin fyrispurningurin eisini burtur.
Gamaní fekk felagið stuðul til gamla Ziska í 2004, men til fyrispurning um stuðul til tann nýggja í 2023, var ongin hjálp at heinta.
Tí mugu tey, ið varða av Norðoya Bjargingarfelagi verða spurd, hoyrd og tikin í álvara. Tað kann ikki vera rætt, at larmandi tøgnin, ið stendst av almennum skrivstovuveldi, skal forða Klaksvíkar Býráði í at geva Norðoya Bjargingarfelagi betri umstøður.
Tað snýr seg ikki um, at kommunalpolitikkarin skal koma við million-dollar-hugskotum, men at lurta eftir, hvønn tørv tey í Norðoya Bjargingarfelag hava. Hetta lovi eg, við trú og heiður, at eg fari at gera, verði eg valdur í Klaksvíkar býráð.
Vel ein, sum er góður við Norðoya Bjargingarfelag – vel ein sum lurtar!
X við B – gjarna við meg
Áron Vest, valevni hjá Sambandsflokkinum