Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri busssamband til býlingarnar 

SKRIVAÐ: Lonnie Bengtsen   |  28.10.2024 - 18:44 Politikkur Tíðindaskriv

Eitt gott busssamband til øll øki í kommununi er umráðandi, soleiðis at øll fáa somu møguleikar at gera brúk av teimum tilboðum, sum vit hava at bjóða. 

  

Allir vegir føra til Rom, verður tikið til. Her hjá okkum er talan um býbussin. Líkamikið hvar tú ert í býnum ella uttanfyri Klaksvíkina, so føra allir bussar okkum til miðpunktið í Klaksvík: Sandin. Uppá ein hálvan tíma kemur tú runt í býnum og er tað fantastiskt. Men býrt tú úti á Norðoyri, norði í Ánunum ella í Árnafirði, so mást tú bíða í ein tíma. Tað er ikki gott nokk!  

Tey ungu sleppa ikki ordiliga upp í part í tí sosialu samveruni, sum vit royna at áleggja okkara ungu nú á døgum. Tí mugu vit hava betri busssamband til bygdirnar/býlingarnar uttanfyri Klaksvík. 

Tí er tað eitt av mínum hjartamálum at fáa betri busssamaband til býlingarnar uttan fyri Klaksvíkina. 

Tað hevði verið sjálvsagt, at tann stóri bussurin, sum koyrir runt í býnum, eisini koyrdi út á Norðoyri eisini og steðgaði har í fimm minuttir, áðrenn hann koyrdi runt býin aftur. Á henda hátt kunnu vit betra um møguleikarnar at fara við børnunum í Útistovu úti í Grøv, Fjallafípuna og Baldursbrá úti á Norðoyri, og síðani sleppa heim aftur í býin. Av tí sama, kunnu vit eisini hjálpa til, at tað blívur grønari fyri kommunua við at lata bilarnar standa heima.  

Tað eru heldur ikki allar familjur, sum hava 2 bilar. 
  
Lonnie Bengtsen 
Valevni á Lista D. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…
Líðin og Leiti hagafund
Vágamenn økja
Framsýning, mótashow & Kafé í Rótini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…