Lýsing
Lýsing
Lýsing

Á ferð til ferðsludagar

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  10.02.2026 - 09:45 Tíðindi

Í farnu viku vóru 8. flokkarnir á Skúlatrøð til ferðsludagar hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Har var skipað fyri eini pakkaðari skrá við ymiskum áhugaverdum og viðkomandi fyri næmingarnar. 

 

Orðini vóru ymisk og lýstu ymisk økir, tá ið talan er um ferðslu, ferðslulóg, ferðsluóhapp, og eisini var ein løta, har næmingarnir sjálvir skuldu seta seg inn í eina hugsaða søgu við eini støðu, har ein ungur drongur var orsøk til eina vannlukku, har ein genta doyði. Hvat høvdu næmingarnir gjørt? Og hvussu høvdu teir hugsað? Tey skuldu grunda á, taka støðu til og kjakast um søguna og støðuna.

Tey, sum høvdu orðið, vóru koyrilærarin, løgreglan og ambulansatænastan. Eisini vóru tvær hugvekjandi persónligar søgur sagdar, har ein mamma og ein, sum sjálvur hevði fingið skaða, fortaldu. 

At enda fingu næmingarnir møguleika at royna rúsdrekkabrillur, sum góvu teimum eina promillu á 1,5. So skuldu tey royna at ganga, og sigast má, at tað gekk so sum so. 

Ein góður dagur, sum vit takka Ráðnum fyri ferðslutrygd fyri.

Her ber til at vitja heimasíðuna hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…