Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  10.02.2026 - 21:47 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi

Hvussu kann eitt demokratiskt, opið samfelag verja seg sjálvt, sín samleika og síni virði í eini tíð við nógvari tilflyting?

Hetta tosaðu Frederik Vad, Bjørn Brandenborg og Sjúrður Skaale m.a. um í kvøld í Varpinum.

Væl av fólkið møtti upp framløgurnar, har eisini spurningar vórðu settir - og ymsar viðmerkingar til framløgurnar.

Í sambandi við at útlendingamál eru á dagskránni í Føroyum hevur Sjúrður Skaale boðið Bjørn Brandenborg og Frederik Vad úr danska Javnaðarflokkinum til Føroya. Teir fara at hugleiða um, hvat Føroyar kunnu læra av donsku royndunum.

Tað var hildið undarligt donsk lóggáva umsitir, hvør kann gerast danskur ella hsrvi føroyskur statsborgari.

Fast-Track skipanin fekk eitt skot fyri bógvin fyri í førum at vera "í so væl virkandi".

Men sum so oftani er stóri trupulleikin at skilja mál og mentan hjá hvørjum øðrum.

Oftani verður borið uppá mál, at fyri at kunna kenna og skilja eitt fremmant land og tess fólk, mást tú læra mentanina í landinum at skilja.

Henda lutin hildu Brandenburg og Vad, at Danmark ikki hevur dugað nóg væl, at lata tilflytara skilja - ella seta krøv um.

Seinastu árini hevur danski javnaðarflokkurin broytt kós í útlendingamálum. Flokkurin er farin frá einum rættiliga linum politikki, til ein meira stramman og kontantan politikk.

Frederik Vad og Bjørn Brandenborg fara at greiddu frá teirra royndunum, ið hava ført til broyttu kósina.

Tá ið tiltakið var liðugt, varð "Boðar tú til allar tjóðir", sungin.

Frederik Vad

Frederik Vad er framsøgumaður í útlendinga- og integratiónsmálum fyri danska Javnaðarflokkin. Hann hevur sett dagsskránna í kjakinum farnu árini við hugtakinum ”den tredje erkendelse” – tann triðja sannkenningin. Hon snýr seg um, at integratión ikki bara er ein spurningur um útbúgving og arbeiði, men eisini um virðir. Ein at síggja til væl integreraður persónur kann sambært Frederik Vad vera ein avbjóðing fyri samfelagið, um hann/hon grundar sítt lív á ódemokratisk virðir.

Bjørn Brandenborg

Bjørn Brandenborg er framsøgumaður í rættarmálum fyri danska Javnaðarflokkin. Í Føroyum er hann mest kendur fyri at vera slektaður úr Føroyum, hava føroyska konu og vera beiggi liðforkvinnuna á føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Í Danmark er hann hinvegin kendur sum íðin talsmaður fyri útjaðaran. Hann hevur eisini markerað seg í kjakinum um tilflyting og um virðisstríðið millum fólkaræði og islamistiskar kreftir.

Bjørn Brandenborg segði uppá fyrispurning, um hann var oftani í Klaksvik, at hann í morgin ætlar at vitja abba sín, Leivur Andreasen, sum er 96 ár.

Annars vitjar hann helst eini tvær ferðir um árið her, og skilir sum systir sín sjálvandi væl føroyskt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…