Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sólja Jóanisdóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.10.2024 - 19:55 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum stendur fyri framman, fara vit fáa eitt sindur av hvørjum veðri – lotið fer at koma úr so at siga øllum ættum.

Lágtrýstini fara at ferðast beint ímóti okkum, og fara so fram við Føroyum eystureftir beint norðanfyri ella sunnanfyri – ella beint tvørtur um oyggjarnar. Millum lágtýstini fara hátrýstryggir at stinga seg.

Ikki nógv avfall í fyrru helvt av vikuni, bert okkurt ælið í støðum. Mikukvøldið fer at regna nokkso illa líka til út á fyrrapartin hósdagin. So er aftur mest turt, men fríggjadagin fer at kava, og hitalagið fer niður í frostmarkið.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Fyrrapartin er eitt lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seinnapartin fer ættin niður í sunnan, tað verður skýggjað, og vindurin fer at veksa eitt sindur. Um kvøldið er 5 til 10 m/s. Hitin úr 2-3 stigum um náttina og morgunin upp í 7-8 stig seinnapartin.

Týsdagin:

8 til 13 m/s av vestri og smáskýggjað. Yvirhøvur turt, men um morgunin og eitt sindur út á fyrrapartin kann okkurt ælið vera í støðum – eisini um kvøldið. Hitin 6 til 10 stig.

Mikudagin:

Vestan næstan alla dagin, líka til um kvøldið. Um náttina minkandi vindur úr 8 til 13 m/s niður í 3 til 8 m/s seint seinnapartin. Allan dagin skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum. Um kvøldið minkar vindurin niður í eitt lítið lot, og sum frálíður er samdrigið og regn. Hitin 6 til 10 m/s.  

Hósdagin:

Lítið lot av ymsum ættum um náttina, minni enn 5 m/s, samdrigið um regn. Fyrrapartin fer ættin í vestan og veksur upp í 8 til 15 m/s. Tað verður klárari og sum frálíður slítur í. Seinnapartin fer hann upp í útnyrðing. Um kvøldið hækkar hann upp í norðan og minkar vindin niður í um 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 8 stig.   

Fríggjadagin:

Um náttina er eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, ættin fer úr norði í landnyrðing, og loftið er hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin veksur vindurin upp í 8 til 13 m/s, tað verður samdrigið og so er kavaavfall í eina góða løtu. Út á seinnapartin hækkar hann uppaftur í norðan, vindurin minkar niður í 3 til 8 m/s, enn samdrigið men yvirhøvur einki avfall og turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.    

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið