Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stór barnakonsert á Vágsbø

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.07.2024 - 09:58 Mentan Tíðindi

Kendur poppsangari, ungur rockbólkur, litríkur klovnur og lívlig trøll fara at framføra

 

Summar Festivalurin bjóðar í ár stórt barnashow á Vágsbø leygardag seinnapart.

Á skránni verður góður tónleikur, skemt, undirhald og felagssangur.

Kendi poppsangarin Danny Baldursson fer saman við Símuni Dam at framføra kendar sangir, sum eisini børnini kenna væl – ikki minst stórhittið "Alright".

Tey lívligu – og stundum nakað øru – trøllini verða eisini við. Trølla Pætur, Trølla Omman og Ommudid fara at syngja, dansa og undirhalda, og tað fer ikki at ganga stillisliga fyri seg. Sigast kann, at Trølla Pætur og omman vóru við á fyrsta Summar Festivalinum, sum var hildin fyri júst 20 árum síðani.

Ungi rockbólkurin Anua, sum veruliga gjørdi vart við seg á heiðurskonsertini fyri Straight Ahead í Varpinum fyrr í ár, fer at spæla nakrar góðar rocksangir. Dugnaligu og sjarmerandi unglingarnir gleði seg til at fara á stóra pall á Summar Festivalinum.

Klovnurin Bubu ger comeback eina løtu og verður vertur fyri barnashowið, og ivaleyst fer hann eisini at tríva í onkran góðan sang.

Barnakonsertin verður á Vágsbø leygardagin klokkan 17.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kyndil hevði munin
Veðrið í vikuni
Veðrið í vikuni
Jesper Theilgaard í Varpinum
Matstovur­nar í Torravikuni
Torrablaðið á gøtuni í morgin
Klaksvíkar sjónleikara­felag hevur aðalfu…
239.705 krónur til børnini
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin mug…
Seinna hálvfinalan í steypakappingini
Bøndur ónøgdir á annars væleydnaðari Bún…
Fiski­vinnu­politikku­rin hjá Dennis hevur…
Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast…
Burðardygd ein sjálvsagdur partur av fis…
At vera Vera
Myndarøð: Búnaðarstevnan
KÍ vann 3-1 í Gundadali
Nógv fólk á Búnaðarstevnuni
Norðlýsið upp á gólv
Bryan Adams Við Tjarnir