Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Dennis, hygg at sólskinsvinnuni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.07.2024 - 13:32 Leiðarin Politikkur Vinna

Fiskimálaráðharrin hevur innsæð, tað sum fólk í vinnuni søgdu fór at henda – at menningarkvoturnar fóru at enda aftur hjá teimum fyritøkunum, sum høvdu keypt tær upprunaliga. Nú ætlar fiskimálaráðharrin at tær aftur skulu býtast út á fleiri hendur

 

 

 

Hyggja vit at sólsskinsvinnuni – alivinnuni, so síggja vit hon er konsentrerað kring tríggjar fyritøkur, sum allar eru í heimsklassa. Tær spinnað gull til sín sjálvan og til land og fólk. Tær hava fingið frið at vaksið seg stóra. So stórar at tær megna at yvirliva sjúku og aðrar hóttanir. Vit hava sæð at ein teirra misti útvið 100 milliónir krónur í heimbygdini hjá fiskimálaaráðharranum, men kraftin ger at fyritøkan kann taka tapið á seg og koyra víðari og varðveitur harvið bæði arbeiðspláss og vitan í økinum. Vit minnast øll hvat hendi tá alifyritøkurnar vóru fleiri og smærri.

 

Í fiskivinnuni hava við sæð líknandi gongd, tó við nógv meira uppíblanding frá myndugleikunum. Vit hava fleiri stórar fyritøkur  í dag, sum, eins og alivinnan, spinna gull til sín sjálvan og land og fólk. Vit kunnu spyrja um eitt nú Varðin hevði megna at komið afturíaftur á Tvøroyri eftir slíkt hóttafall, sum tá virkið hjá teimum brendi í grundina? Heldur enn at geva upp, so varð virkið á Tvøroyri bygt upp - betur, størri og effektivari. Hetta hevði ikki borið til um fyritøkan ikki hevði haft fíggjarliga orku at standa í móti við. Í fiskivinnuni eru eini 8-9 fyritøkur, ið hava fleiri skip og nógvar fyritøkur, sum hava eitt skip – tað vil siga at spjaðingin er munandi meira enn í alivinnuni.

 

Fiskimálaráðharrin hevur boða frá í Kringvarpinum, at hann ynskir at býta pelagiska tilfeingi út á fleiri hendur. Miðsavningarreglurnar í dag siga, at einki reiðaríð kann eiga meira enn 25% at pelagiska tilfeinginum. Við Kringvarpsvertin segði Dennis Holm, at um hann ráddi einsamallur so hevði hann stillað prosentini væl lægri, men at hetta er ein politisk samráðing. Dennis Holm segði harumframt at tað er ein fyrimunur um tað eru fleiri fyritøkur enn tær fýra sum hugsa, skapa og menna nýtt.

 

Tað er sjón fyri søgn at hetta er í hvussu so er ikki galdandi fyri alivinnuna.

 

Fiskimálaráðharrin boðaði frá, at hann kemur í tingið í heyst við einum lógaruppskoti. Dennis Holm vónar at finna semju í samgonguni, men eisini við øðrum pørtum av løgtinginum, sum hann málbær seg.

 

Tá sjófeingislógin varð samtykt í desember 2019 sóu vit skjótt nýíløgur í fiskiflotan fyri útvið tvær milliardir krónur. Við Norðlýsið segði Kristian Martin Rasmussen, reiðari í 2020, at hann tó var skeptiskur yvirfyri, at ov mong uppisjóvarskip vóru í flotanum. Um kvoturnar fara niður aftur, so verður helst ov lítið til allar. Hetta, metti reiðarin, vera tann størsti ótryggleikin í skipanini. 

 

Síðani eru kvoturnar lækkaðar og fiskimálaráðharrin ynskir at tær skulu býtast á fleiri hendur. The road to hell is paved with good intensions sigur enska orðataki. Vit mugu spyrja um tað er heppi at politikarar spæla vinnulívsfólk. Eigur fokusi hjá landsmyndugleikunum ikki heldur verða á skattum og avgjøldum, enn at siga vinnulívsfólkum hvussu tey skulu reka sína fyritøku?

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…