Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Garðdagur úti í Grøv

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.08.2024 - 09:53 Mentan Tíðindi

Eg skjóti eg upp at tey, sum hava hug og stundir, koma í kirkjugarðin úti í Grøv leygardagin kl. 16.00 við havaamboðum, kaffikannu og koppum at lúka teirra "matriklar" og á gøtuni frammanfyri. Tiltakið er fyriskipað í samstarvi við kirkjugarðsleiðaran og kommunan er kunnað, sigur Annika Sølvará, fyriskipari

 

Javnan verður umrøtt, hvussu kirkjugarðar treingja til at lúkast, hvussu garðaskøra o.a. breiðir seg.

Hetta fekk meg at hugsa um at royna at skipa fyri garðdegi úti í Grøv, eins og tað onkuntíð verður gjørt í barnagørðum og grannalagnum.

Veðurforsøgnin fyri leygardagin komandi er góð. Tí skjóti eg upp at tey, sum hava hug og stundir, koma í kirkjugarðin úti í Grøv leygardagin 3. august kl. 16.00 - 18.00 við havaamboðum, kaffikannu og koppum.

Vit lúka eitt sindur á okkara “matriklum” og á gøtuni frammanfyri, um tørvur er á tí. Vit heilsa uppá grannarnar hjá okkum í kirkjugarðinum, tey, sum eiga onkran við síðurnar av okkara. Vit vita helst, hvørji tey eru, men hittast ikki so ofta í hesum høpinum. Vit drekka kaffi saman og práta um okkara, sum nú eru har, men sum fyrr vóru millum okkum.

Viðlíkahald av kirkjugørðum er ein kommunal uppgáva og tað er ikki ætlanin at yvirtaka hesa uppgávuna. Tað er heldur ikki ætlanin at kjakast um, hvussu væl og hvussu ofta tað skal lúkast og sláast.

Tiltakið er fyriskipað í samstarvi við kirkjugarðsleiðaran og kommunan er kunnað.

Kirkjugarðsleiðarin syrgir fyri, at posar vera til taks til tað, sum verður lúkað, og at alt verður savnað inn og burturbeint.

Yvirlitið yvir gravir sæst her: https://gravir.kort.fo/index.html?id=klaksvik

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing