Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað verður strævið hjá norðingum

SKRIVAÐ: Eivind Jacobsen  |  06.08.2024 - 14:30 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Klaksvík, fiskivinnu høvuðsstaðurin, og norðoyggjar annars, hava tað gott, tá fiskivinnan hevur tað gott. Tað hevur gingið væl, men nú síggjast myrk skýggj á luftini.

 

 

Fiskivinnan kemur helst undan. Men tað verða færri pengar til øll onnur. Landskassa, kommunukassar og alt avleitt virksemi.

Roknast kann ikki við, at landskassin tekur sín part av afturgongdini, men sendir rokningina norðeftir.   

Roknast má við, at landsstýri tekur kvotur frá teimum, sum hava stórst kvotu og gevur teimum, sum hava minst kvotu.

Øll tíðindi eru um tey, sum tjena ov nógv og teir bólkar, sum fáa ov lítið. Hóast fráboðan um komandi illveður sæst ongin reba segl og enn minni skalka lúkurnar. Tá er skjótt at sigla alt omanav.

 

Avreiðingarvirði og kvotur minka nógv

Útlitini fyri fiskivinnuni í Norðoyggjum komandi 10-15 árini eru vánalig. Hagtøl seinastu 40-100 árini fyri uppsjóvarfisk visa, at samlaða makrelkvotan minkar niður á 300-400.000 tons harav føroyar eiga 10%. Sildin blívur kanska burtur og í besta fall samráða vit okkum til smá 10% av samlaðu veiðuni. Føroyar fáa kanska 30.000 tons og møguliga væl minni. Vanliga er nógvur svartkjaftur, tá minni er av sild og makreli. Samlaða veiðan verður møguliga 1-1,5 mió. tons og okkara partur verður 250-400.000 tons.

Tølini geva ábendingar um, at avreiðingarvirði minkar 50% komandi 10 árini.

Frystilínuskip kunnu eisini rokna við minkandi rætindum. Kvotan í Barentshavinum minkar 30% komandi ár niður í uml. 300.000 tons og fylgja vit tølum um hvussu tað plagar at ganga, so minkar samlaða kvotan helst niður á 200.000 tons. Men vit byta tosk um við svartkjaft. Í Íslandi fer eisini at minka. Roknast kann við, at støðan verður galdandi komandi 10 árini.

 

Veiða á landgrunninum kann enda sum Bankin

Á landgrunninum er støðan ring. Vit eru nøkur ár aftanfyri Bretland, Danmark og Eystursjógvin. Har hevur verið at kalla veiðubann í eini 30 ár og ICES tilmælir veiðubann á landgrunninum. Upsastovnurin sigst verða minkandi. Á landi er Kósin, sum framleiður tað skipini fiska. Á landgrunninum er ikki ósanlíkt at øll skip verða løgd og øll flakavirkir stongja. Útlitini eru vánalig.

Allíkavæl eru ætlanir at keypa skip. Tíbetur. Føroyar uttan fiskivinnu, eru sum ein vindmylla í stilli. 

Sum Tonny segði. Hevði man hugsa realistist, so var man langt síðan givin.

 

Eivind Jacobsen

Strendur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyskar lógir mugu samsvara við føroys…
Síðsta keypið hjá FØROYA BANKA SAVNINUM…
Hægri barna­frádrátt og betri systkinafrá…
Í morgin kl. 15 letur skoytubreytin upp!
Sildin drálar í íslendskum sjógvi
Brekumboðið byrjað virksemið 
Slóðbrót­andi svartkjaftatrol fiskar fram…
Theresa: - Leygardagu­rin er inngangur ti…
Rannvá vitjar Norðlýsið
Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunu­stjóri
Brekumboðið: Freistin at søkja fulltrúas…
Væl mannað hornorkestur
EFFO: Dagførdar viðskiftatreytir ávirka…
Nærri eftirlit við heimatænastu og eldra…
Jólasølan í Rógv – har teir góðu vinning…
Løgin boð frá Effo
Sjúrður Skaale trúttar við skeivum rokni…
Tað rennir kalt niður eftir bakinum
Kommunu­stjó­rin verður settur í dag
Dalsenni inni við 14.000 pundum